Fjallaprædikan, fuglatúrur, festmáltíð og FIFA til mannfólkavikuskifti
Mannfólkavikuskifti 2024, sum verður tann 13. til 15. september í Leguhúsinum í Nesvík, verður ein ógloymandi uppliving. Seinastu tvey árini hevur luttøkan verið metstór – heili 210 mans luttóku í fjør – og undirtøkan hesuferð er ikki minni stór. Tiltakið hevur sterkar traditiónir og bjóðar eitt vikuskiftið fylt við felagsskapi, íblástri og fordjúpan.
Tvørtur um ættarlið
Mannfólkavikuskifti er kent fyri sínar mongu ára traditiónir, sum knýta luttakararnar saman tvørtur um ættarlið.
Eitt av teimum mest spennandi tingunum á skránni er kvøldið, har borðreitt verður við turrari grind og turrum fiski, altíð við eplum og spiki. Henda siðvenja hevur við árunum fingið eitt serligt pláss á skránni og er altíð miðdepilin fyri góðum felagsskapi og nógvum góðum práti.
Tað sama kann sigast um veitslukvøldið, sum er eitt av mongu hæddarpunktunum við lekkrum mati og góðum undirhaldi.
Ein onnur høgt vird traditión er vælumtóktu hitapottarnir, sum eru heitir og væl brúktir alt vikuskifti.
Jens Ole Christensen sum ársins undirvísari
Ársins undirvísari er danski prædikumaðurin og rithøvundurin Jens Ole Christensen, sum fer at taka luttakararnar við á eina ferð gjøgnum Fjallaprædikuna. Jens Ole Christensen er kendur fyri sín greiða og bíbliutrúgva prædikustíl, og hevur hann serstøk evnir at útleggja torgreidd teologisk evnir á ein hátt, sum rørir bæði hjarta og sinn. Hann hevur áður skrivað eina bók um júst fjallaprædikuna, og hansara innlit fer uttan iva at geva nýggj sjónarmið og dýpd til henda týðandi part av Bíbliuni.
Jens Ole er ikki bara ein sterkur undirvísari, men eisini ein virkin luttakari í kjakinum um leiklutin hjá kristindóminum í nútíðar samfelagnum. Hansara ávirkan røkkur langt út um prædikustólin, og hansara luttøka til Mannfólkavikuskifti 2024 væntast at geva leguni eitt týðandi andaligt perspektiv.
Ein felagsskapur tvørtur um ættarlið
Ein av teimum serligu eginleikunum við mannfólkavikuskiftinum er, at tað savnar menn í øllum aldri. Her hittast ættarlið, ung sum eldri, og skifta royndir, lívsvísdóm og trúgv. Hesin felagsskapur tvørtur um ættarlið ger leguna til nakað serligt, har bæði teir yngstu og teir elstu luttakararnir fáa okkurt virðismikið burturúr.