“Fylg mær” – fjølbroytt missiónsvika í Rituvík

Undir heitinum “Fylg mær” verður missiónsvika hesa vikuna í Rituvík. Skráin er fjølbroytt, við eitt nú náttargudstænastu, møti í kirkjuni og familjukvøldi við døgurða.

Lagt verður fyri mikukvøldið 22. januar klokkan 20. Tá verður náttargudstænasta í kirkjuni við Meinhard Bjartalíð. Glyvra streingjakór syngur.

Hóskvøldið klokkan 19.30 verður møti í kirkjuni. Jóhan Henriksen talar, og Effata syngur. Høvi verður at lata eina gávu til Kirkjuliga Heimamissiónina.

Fríggjakvøldið er lagt av til familjukvøld í frítíðarskúlanum. Byrjað verður klokkan 18, og neyðugt er at tekna seg hjá Katrinu (á telefon 274984, í seinasta lagi mikudagin klokkan 22). Klokkan 18.45 byrjar sjálvt familjumøtið, og eftir familjumøtið hava børnini møguleika at spæla í fimleikahøllini.

Leygardagin 2. januar verða tvey tiltøk. Klokkan 10 verður morgunmatur og bíbliutími í frítíðarskúlanum. Hjalmar Hansen hevur bíbliutíman, og evnið er “Í Meistarans fótasporum”.

Seinna tiltakið er klokkan 19.30, tá møti er við Rógva Danielsen. Tummas Eivind Hansen syngur. Aftaná er opið hús.

LES EISINI  Effata

Síðsti dagurin á missiónsvikuni er sunnudagin 26. januar. Klokkan 11 er gudstænasta við altargongd. Klokkan 15 er familjumøti við Marjon Poulsen. Barnakórið á Strondum syngur.

Klokkan 19 er møti, har Marjan Nielsen talar, og manskórið í Rituvík syngur. Savnað verður inn til missiónshúsið.

Skráin fyri missiónsvikuna

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina