Fjórðingurin av fíggingini dekkaður

Undir stórmøtunum í Havn síðst í oktober í fjør boðaði formaðurin í Heimamissiónini frá, at tríggir nýggir trúboðarar verða settir í starv í 2020. Samstundis bað hann um góðan stuðul, tí eitt so stórt tak krevur, at mong eru við til at bera størvini fíggjarliga.

Í gjár var lítil móttøka á landsskrivstovuni hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Nesvík, tí ikki minni enn tveir trúboðarar høvdu sín fyrsta starvsdag, Carsten Fonsdal Mikkelsen á Skála og Ólavur Jacobsen í Hósvík. Hálvan mai byrjar tann triði nýggi trúboðarin í starvi, Jørgen F. Andreasen í Leirvík.

Harvið kann sigast, at eitt ættarliðsskifti í trúboðarahópinum endiliga eru gjøgnumført. Niels Jacob Nielsen fór frá fyri aldur í 2008, og Regin Høgnesen og Gullak Hansen andaðust í 2017 og 2018. Síðani tá hava Pól Johannessen og Jógvan Højgaard verið einsamallir trúboðarar, Jógvan í hálva tíð, umframt Torleif Johannesen, sum er sjómanstrúboðari.

Leggja nógvar førleikar afturat

Pól fæst serliga nógv við vitjanartænastu, og Jógvan stuðlar serliga missiónsarbeiðnum í Suðuroy, men við nýggju trúboðarunum verða fleiri førleikar lagdir afturat.

Carsten skal virka hálva tíð sum “vanligur” trúboðari, so sum at hava møtir og aðra boðan, eins og at ráðgeva, stuðla og eggja staðbundnum arbeiðum og leiðslum teirra eftir tørvi. Hina helvtina skal hann arbeiða við Trúboðanum. Carsten hevur nógvar og fjølbroyttar royndir sum trúboðari hjá donsku Indre Missión í góð sjey ár, eins og hann er væl fyri tøkniliga at dugna Trúboðanum, bæði til myndir, ljóð og video.

Ólavur er frammanundan trúboðari út frá Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík, og tí starvinum heldur hann fram við hálva tíð. Hina helvtina kemur hann at brúka til trúboðaravirksemi í Føroyum, serliga í Norðstreymoy.

Jørgen var í fleiri ár ritstjóri fyri bíbliulesiætlanina “Gleðiboð”. Hann siglir við Mærsk, og frá hálvum mai skal hann virka sum óløntur trúboðari, tá hann er heima. Í fyrstu atløgu fær hann ábyrgdina fyri Sunnudagsblaðnum, eins og hann skal skipa fyri møtirøðum um landið.

50.000 krónur eyka um mánaðin

Sum Símun P. Jacobsen, formaður í Heimamissiónini, segði undir stórmøtunum í Høllini á Hálsi í Havn í oktober, eru nýggju starvsetanirnar eitt sats og eitt stórt fíggjarligt tak, men við góðari undirtøku eigur tað at bera væl til, serliga tá so mong fólk í fleiri ár hava spurt eftir hesum. Tí er eitt átak í gongd, sum miðar eftir at dekka øktu útreiðslurnar við ”nýggjum” gávum.

Meira ítøkiliga skulu nýggjar gávur fíggja hálvanannan trúboðara afturat, tí helvtina av starvi sínum er Ólavur settur av Ørkini í Reykjavík, og Jørgen hevur bjóðað seg fram til ólønt hálvtíðarstarv. Tað merkir, at økti tørvurin við øllum er um 50.000 krónur um mánaðin. Um ársskiftið vórðu fastar gávur teknaðar fyri 13.000 krónur um mánaðin.

Andrias Magnussen, aðalskrivari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, takkar hjartaliga fyri hesar gávur, eins og fyri allan annan stuðul, ið latin verður til fjølbroytta og víðfevnda arbeiðið hjá Heimamissiónini. Samstundis ásannar leiðslan, at langt er eftir á mál, og at brúk er fyri nógv fleiri stuðlum, sum vilja vera við til at bera nýggju trúboðararnar fíggjarliga.

Soleiðis kanst tú vera við

Um tú vil vera við til at stuðla hesi serligu verkætlan, ber til at fara inn á stuðulssíðuna við at trýsta her, og tekna eina fasta mánaðargávu til tað stóra arbeiðið, sum trúboðararnir gera. Mánaðargávan fer sjálvvirkandi av tínum gjaldskorti hvønn mánað, til tú steðgar flytingini. Tá gjaldskortið gongur út, er neyðugt at endurnýggja avtaluna.

Tørvar tær hjálp til at stovna eina fasta gávu á annan hátt, ber til at ringja til landsskrivstovuna á telefon 470000 gerandisdagar millum klokkan 9 og 12 (fríggjadag fram til klokkan 15). Vilt tú heldur lata eina einstaka gávu, kanst tú flyta gávuna á hesa kontu í BankNordik: (6460) 435.530.1

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina