Fleiri missiónsvikur kring landið

Hetta er árstíðin, tá missiónsvikurnar byrja kring landið, og burtursæð frá einum steðgi í desember, halda tær á til í mai mánað komandi ár.
Í farnu viku vóru missiónsvikur í Vági, Haldórsvík og Funningi, og hesa vikuna eru missiónsvikur í Miðvági, Skálavík, Tjørnuvík og á Hellunum.
Myndin omanfyri er frá møtinum í skúlanum í Funningi seinasta sunnukvøld, har Streingjakórið av Glyvrum sang.

LES EISINI  Týskvøldið byrjar missiónsvikan í Kollafjarðar missiónshúsi
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina