Flóttafólk skifta trúgv

Sambært ‘Folkekirkens Asylsamarbejde’ í Danmark, ganga útivið 300 asylumsøkjarar í løtuni til dópsfyrireiking til tess at konvertera til kristindómin. Tey allarflestu eru úr Iran. Fyri tey umboðar kristindómurin millum annað frælsi og eina uppgerð við prestastýrið í Teheran. Í Iran er tað ólógligt at konvertera frá islam til kristindóm.

Dópsundirvísingin fer fram í sóknarkirkjum og fríkirkjum, og um 100 iranar eru vorðnir doyptir seinastu tríggjar mánaðirnar. Til dømis vórðu 12 asylumsøkjarar doyptir í Apostelkirken á Vesturbrúgv í Keypmannahavn á páskum.

Tølini vísa í hvønn mun tey, sum søkja um politiskt friðskjól, velja at ganga til dópsfyrireiking og konvertera, meðan umsókn teirra um uppihaldsloyvi verður viðgjørd av donsku myndugleikunum.Tað verður mangan reistur ivi um ‘motivini’ hjá umsøkjarunum til at konvertera. Eftir øllum at døma bøtir tað um møguleikan fyri at fáa uppihaldsloyvi, tí møguleikin fyri at verða forfylgdur í heimlandinum er størri, um tey hava frásagt sær islam. Men Søren Dalsgaard frá ‘Folkekirkens asylsamarbejde’ heldur, at vit skulu síggja konverteringin í eini heildarmynd.

– Tað eru nógvar orsøkir vavdar inn í hvørja aðra. Longsulin eftir kristindóminum kann eisini avspegla longsulin eftir frælsi ella geva samleika. Og sum kirkja ganga vit ikki og meta um trúnna og motivini hjá fólki. Men vit royna at skapa eitt rúm, har tey so væl umhugsað sum gjørligt kunnu taka eina støðu um at konvertera til kristindómin, sigur hann.

Men hann leggur afturat, at kirkjan ‘skal ikki vera blind fyri’, at onkur umsøkjari hevur onnur motiv enn tey religiøsu.

Øll greinin stendur í Trúboðanum, sum er komin út 8. apríl