Flóttafólk til Føroya?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Í blaðnum hesaferð seta vit sjóneykuna á flóttafólk, millum annað spurningin, um Føroyar eiga at taka ímóti flóttafólkum. Hesin spurningur hevur serliga trokað seg á, síðani tann søguliga stóri flóttafólkastreymurin inn í Europa byrjaði sum avleiðing av ógvusliga borgarakrígnum í Sýria. Tað hevur tó verið ein ávísur streymur úr Afrika yvirum Miðjarðarhavið í fleiri ár. Heldur ikki nú koma øll úr Sýria, fleiri koma úr Afganistan, Eritrea og øðrum økjum, har ófriður, ótryggleiki, kúgan og/ella fátækadømi valdar.

Fleiri hava sagt sína avgjørdu meining, serliga á sosialu miðlunum, um vit eiga at taka ímóti flóttafólki, summi fyri, men nógv fleiri ímóti. Men mong eru í iva og hava ikki tikið støðu. Tað togar í tey annan vegin, at vit hava moralska skyldu at hjálpa okkara neyðstadda medmenniskja. Hinvegin ræðir óttin fyri avleiðingunum av vánaligari integratión, sum onnur lond, herundir grannalondini, hava upplivað, og ger mong afturhaldin at taka ímóti flóttafólki. Eisini verður víst á, at føroyska samfelagið er lítið og viðkvæmt. Hóast vit teljast millum ríkastu fólk á klótuni, hava vit ikki, sum er, tær neyðugu skipanirnar, sum krevjast fyri at taka okkum av flóttafólkum, ikki minst teimum, ið hava verið fyri ágangi, sum eingin okkara kennir nakað til.

Júst tí kjakið ikki er komið meira enn í gongd – og kanska eisini tí tað mest hava verið tey avgjørdu svarini, ið mest hevur verið at hoyra til – er hesin spurningurin áhugaverdur fyri eitt blað sum Trúboðin at viðgera út frá einum kristnum sjónarhorni. Ikki fyri at siga lesaranum, hvat hann skal meina, men fyri at geva eitt lítið íkast, so fólk betur kunnu gera sær sína egnu hugsan á einum eitt sindur breiðari grundarlagi.

Tá vit tosa um flóttafólk, hugsa flestøll um søkkladnu dangurnar á Miðjarðarhavinum, ella fjøldirnar av fólki, sum banka og trýsta á landamørkini ymsastaðni í Europa. Men tá talan er um at taka ímóti flóttafólkum, verður meira hugsað um sokallað kvotuflóttafólk. Tey hava ikki leitað sær hendavegin, men hava búð rúma tíð í flóttafólkalegum og eru skrásett av UNHCR, sum er flóttafólkanevndin hjá Sameindu Tjóðum. Hesi eru altso ikki í sama bólki sum migrantar, ið sum so ikki flýggja frá kríggi og ófriði, men heldur “taka kjansin” at ferðast norðureftir í vón um eina betri tilveru enn í heimlandinum. Ein av mest krevjandi uppgávunum í viðgerðini av flóttafólkum er júst spurningurin, hvør veruliga flýggjar frá hóttanum og neyð, og hvør “bert” er migrantur.

Eg havi áður í hesum blaðnum sagt mína persónligu hugsan, sum ikki neyðturviliga er hugsanin hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, um, at vit sum eitt ríkt og kristið land av álvara eiga at kanna møguleikan fyri at taka ímóti kvotuflóttafólkum eftir førimuni. Vónandi heldur lesarin, tá hetta blað er lisið, at tað hevur givið eitt lítið íkast, so lesarin sjálvur kann gera sær sína egnu hugsan. Tí mangt bendir á, at spurningurin tíverri ikki verður minni aktuellur næstu tíðina.