Fólkakirkjan søkir eftir sóknarpresti til Suðurstreymoyar eystara prestagjald

Søkt verður nú eftir sóknarpresti til Suðurstreymoyar eystara prestagjald. Í prestagjaldinum eru tvær kirkjusóknir: Havnar kirkja og Nólsoyar kirkja. Tað skrivar kirkjan.fo

Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður. Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum. Sagt verður eisini, at biskupur fer at gera eina skipan fyri embætið.

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarpresturin verður løntur í lønarflokki 37. Embætið verður eftir ætlan sett 1. apríl. Eingin tænastubústaður er til embætið. Ætlanin er ikki at byggja prestagarð.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð, tað eru stovnar, ellis- og røktarheim og sambýli.

Fýra tænastumenn (m/k) eru knýttir at prestagjaldinum. Tveir sóknarprestar, sjúkrahúspresturin og dómprósturin.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setur fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.

LES EISINI  Ovi Brim verður próstur í Fólkakirkjuni

Umsóknarfreistin er týsdagin 25. februar klokkan 12.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina