Forbønarskeið verið í Hvalvík
Leygardagin 28.maj hittust áleið 30 fólk til eitt forbønarskeið í Hvalvík. Dagurin byrjaði við morgunmati klokkan 9.00 og síðani fóru tey ígongd við fyrsta evnið. Bergur Debes Joensen, Rúni Johansen, Sverri Steinhólm og Kristian Sofus Eldevig høvdu allir hvør sítt evni, ið á ein ella annan hátt kundi brúkast sum amboð til forbøn og samtalu.