Fordøm IS-ágangin sum fólkamorð
Latið okkum læra av millum annað nazistisku jødatýningini og gera sum ST og ES: Fordøma ágangin hjá Islamiskum Stati móti minnilutum og viðurkenna tað sum fólkadráp. Tað heldur Kim Hartzner, aðalskrivari hjá Mission Øst.
ST hevur viðurkent ágangin hjá Islamiskum Stati (IS) móti yazidiarum, kristnum og øðrum minnilutum sum fólkadráp. ES hevur gjørt tað sama. Nú manglar bara, at danska fólkatingið ger tað sama.
Tí útreinsanin hjá IS av religiøsum og etniskum minnilutum er einki minni enn fólkadráp og brotsverk móti mannaættini.
Nevn ágangin við røttum navni
Tann 21. mars er tað “ST dagur fyri útrudding av mismuni vegna rasu”. Tað er ein gott høvi hjá stjórnini og fólkatinginum at fordøma ágangin hjá IS mótvegis monnum, kvinnum, børnum, gomlum, sjúkum og persónum, sum bera brek. Bólkar av monnum verða avrættaðir. Kvinnur neyðtiknar. Og ungar gentur seldar sum sextrælir.
Tær ræðuligu søgurnar og myndirnar av andskræmiligu brotsverkunum hjá IS mugu ikki lemja okkum. Vit mugu kalla tey við tí rætta navninum: Fólkamorð. Tá vit taka undir við ST og ES, vísa vit teimum, ið yvirliva, at tað framvegis er rættvísi til í heiminum. Vit vísa brotsmonnunum, at teir ikki fara at sleppa væl burturúr tí, teir havast at, tí altjóða rættarsamfelagið altíð fer at anda teir í nakkan. Og vit vísa øllum, at vit sum heimssamfelag ikki vilja, at søgan endurtekur seg.
Hava vit lært av armenska fólkamorðinum fyri 100 árum síðani, tá turkar útruddaðu meira enn eina millión armenar? Turkaland er framvegis ímóti orðingini fólkamorð, og Danmark torir ikki at seta turkisku stjórnini stólin fyri hurðina. Hví er tað so?
Hava vit lært av jødatýningini undir Seinna Heimsbardaga? Tað tók rúma tíð, áðrenn tað gekk upp fyri teimum sameindu, hvussu vorðið var við týningarlegum og gasskømrum í Týsklandi, Póllandi og Kekkia. Bara vit høvdu reagerað eitt sindur fyrr!
Hava vit lært av fólkamorðinum í Ruanda? Hugdu vit ikki bara at, meðan fólk lamløstaðu og drupu hvør annan? Kunnu vit í minsta lagi ikki kalla brotsgerðirnar hjá IS við røttum navni?
Orðsins vald
Orð hava vald og kunnu eggja til stríð. Men orð kunnu eisini leiða til frið. Ja, eitt heiti sum fólkamorð kann fáa heimsins valdsharrar til at síggja álvarsemið í brotsverkunum og leggja uppí av heilum hjarta!
Mission Øst tekur sær av kristnum irakum, yazidarum og vanligum shia- og sunnimuslimum, sum er riknir frá sínum heimum og arbeiði av IS-fólki. Kristin flýddu yvir háls og herðar úr Mosul. Yazidiarar vórðu dripnir, neyðtiknir og burturfluttir og tey, ið yvirlivdu flýddu úr býnum Sinjar. Og sunnimuslimar noyddust at flýggja, tá IS herjaði býin Kirkuk.
Felags fyri øll hesi er, at tey eru fullkomiliga bundin at neyðhjálp, meðan tey stríðast fyri at yvirliva í vánaligum tjøldum ella hálvniðurdotnum betongbygningum, tí pláss er ikki í flóttafólkalegunum hjá ST.
Men skulu neyðin og ræðuleikarnir fáa ein enda, so skal heimssamfelagið, land eftir land og eisini Danmark, fordøma ágangin. Ein góð byrjan er at kalla hann við tí rætta navninum: Fólkamorð. Bara harvið varðveita vit ein rættvísan standard, sum gevur vón um, at neyðin ein dag fer at enda.
Kelda: altinget.dk