Forfylgd eftir deyðan

Kina loyvir færri og færri kristnum jarðarferðum. Tað er kommunistaflokkurin, ið hevur sett nýggjar lógir við tí endamáli ”at beina fyri vánaligum jarðarferðarsiðum og stovna ein mentaðan og búskaparliga álítandi hátt at seta kistur”.

Kirkjurnar uppliva ikki bert, at tað ikki er loyvt at samlast til jarðarferðir í kirkjuni, men at prestarnir heldur ikki hava loyvi at vera við, tá tær vera hildnar heima við hús.

Eisini eru søgur um at myndir av Jesusi eru tiknar burtur úr kirkjunum, og býttar út við myndir av forsetanum í Kina, Xi Jinping. Tað eru longu fleiri mánaðir síðani, at kommunistaflokkurin sendi nýggju lógirnar út, sum nú verða settar í verk av myndugleikunum.

Bitte Winter, ið er eitt blað, ið upplýsir um yvirgang á mannarættindi og trúarfrælsi í Kina, greiðir frá, at løgreglan í Wuhan leyp á eina jarðarferð hjá einum av kirkjunum. Ein genta varð handtikin, meðan hon bað fyri deyðu mammu sínari. Dóttirin varð leyslatin, tá mamman tveir dagar seinni var jarðað uttan kristnar siðir.

LES EISINI  Sagdur úr starvi fyri at siga, at kyn er lívfrøðiligt

Bitter Winter endurgevur ein borgara frá Gucheng, ið fortelur, at tá pápi sín doyði, hóttu embætismenn við at handtaka familjuna, um tey ikki hildu eina jarðarferð, ið ikki var merkt av kristnum siðvenjum.

Aðrastaðni eru reglurnar lagaligari. Ein katolikkur frá biskupsdøminum Wenzhou í Zhejiang fortelur heraldmalaysia.com, at hóast prestar ikki hava loyvi at vera við til privatar jarðarferðir hjá teimum, so er loyvt at „í mesta lagi tíggju familjulimir lesa skriftir og syngja sálmar fyri tí deyða.“

Tá felagsskapurin Open Doors seinast dagførdi World Watch List, ið er eitt yvirlit yvir í hvørjum londum kristin uppliva mest álvarsliga forfylging, lá Kina sum nummar 23 á listanum. Open Doors mælir serliga kristnum til at biðja fyri, at kinesarar mugu fáa atgongd til at lesa bíbliuna. Bíblian kann lesast á netinum, men verður ikki seld har. Tað kinesiska stýrið hevur eina sterka siðvenju, har tað heldur eftirlit við netinum, og man er tískil bangin fyri, at tað bert er ein spurningur um tíð, fyrr enn nógvir kinesarar ikki longur hava atgongd til bíbliuna.

LES EISINI  Kina: Størri forfylging, størri vøkstur
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina