Forholdið millum Guð og syndaran.

Jesus sigur í Matt. 28,18. Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Jesus hevur av Faðirinum fingið alt ja alt valdið í himli og á jørðini í sína hond

Ì hebr 4,13 lesa vit, eingin skabningur er fjaldur fyri ásjón hansara, men alt er nakið og bert fyri eygum hansara, sum vit standa til svars fyri. Ja tað er heilt vist onki, sum menniskjan kann krógva fyri honum, sum hevur alt valdið í himli og á jørð.

Ì matt 9,4 lesa vit um tann gikt sjúka, at Jesus sá hugsan teirra, sum hugsaðu ,hesin maður maðurin spottar Guð. Og 12,25 tá Jesus lekti ein mann, sum hevði ein illan anda, sum var blindur og dummur, og fariseararnir søgdu: Hesin maður rekur ikki út illar andar uttan við beelsebul, høvdinga teirra illu andanna. Men við tað at hann kendi hugsan teirra. Tá lærusveinarnir tosaðu um hvør teirra mundi vera størstur, stendur, at Jesus sá hugsan teirra. Ja enntá teimum sum ikki vóru í námind av Jesusi, stýrdi Guð tunguni, tí vit lesa í jóhs 11,50 og51. Um Kaifas høvuðsprestin.

Tit vita als einki og heldur ikki hugsa tit um, at tað er gagnligari fyri tykkum, at ein maður doyr fyri fólkið, enn at øll tjóðin fer til grundar.

LES EISINI  Bumbu-skýla tænasta í Ukraina

Men hetta segði hann ikki av sær sjálvum;men tá ið hann var høvðusprestur tað árið, profeteraði hann, at jesus skuldi doyggja fyri fólkið. Ì sálmi 94,11 stendur: Harrin kennir menniskjans hugsan.

Ì øllum hesum er eisini so gott at vita, at hann eisini kennir hugsanina hjá teimum sum leingjast eftir honum.

Vit syngja í sanginum nr 368 í missiónssangbókini vers 2:

Hann sær hvønn longsil í sálargrund, sum at hinum æviga stendur.
Hann hoyrir hvørt suff sum á náttarstund, av foldum til himna sær vendir.

Jesaja 57,15 fortelur okkum at: So sigur hin hátt hevjaði,sum valdið hevur um ævir,og eitur hin heilagi: Eg búgvi á høgum, heilagum staði,hjá hinum sundurbrotna,hvørs hugur er niðurnívdur, til tess at lívga hug hinna niðurnívdu og hjarta hinna sundurbrotnu.

Um sámariukvinnuna lesa vit í Jóhs4,4 men hann mátti leggja ferð sína gjøgnum Sámaria. Hví mátti hann gera tað, tí hann visti at har var ein kvinna sum trongdi til hjálp. Tá Jesus kom til betesda hylin og sá tann sjúka liggja har, stendur at lesa í Jóhs 5,6 at hann visti, at hann longu hevði ligið har langa tíð. Møguleiki kann eisini hava veri at Jesus hevur frætt um henda sjúka mann av mannamunni. Men eg trúgvi at Jesus visti í sínum alviti um hann.

LES EISINI  Blívur Gud við at fyrigeva, um eg geri okkurt skeivt aftur og aftur?

Var tað av tilvild at Jesus fór inn í Jeriko, og har møtti Sakeus, nei eg trúgvi at Jesus visti, at har var ein tollari sum æt Sakeus og sum longdist at síggja hvør var hesin Jesus, sum hann hevði hoyrt so nógv um.

Tá hirðmaðurin úr etiopia situr í vogni sínum og lesur  í Jesaja bók um ein líðandi mann, veit hann ikki hvønn teksturin handlar um. Men Guð sum sær hvønn longsul í sálar grund, sum at hinum æviga stendur, hann sendur Filippus til hendan mann. Àps 8,26. Men eingil Harrans talaði við Filippus og segði: Statt up og far suður eftir og gakk eftir tí vegnum, sum gongur oman frá Jerusalem til Gasa, (so ein viðmerking): tað er ein oyðivegur. Hvat skuldi hann har? Síggj hvussu Guð arbeiðir, tá ein syndari er í neyð.

Vit kenna eisini frásøgnina um umvendingina hjá paulus Aps 9. Hvussu hann sendir Ànanias langa leið avstað. Ànanias mutar ímóti, tí hann hevur hoyrt so nógv ilt um hendan Saulus frá Tarsus, men Guð sigur: Far, tí sí hann biður. Hann er mær eitt útvalt ílat til at bera menniskjum boðskapin frá Guði.

LES EISINI  Sannleikans Andi

Eisini kenna vit frásøgnina um Pætur og Kornelius í Aps 10. Hvussu grundiga Guð kann arbeiða og leggja alt til rættis,tá ein syndari er í neyð.

Hann fyrireikar Pætur undir bønarhaldinum við dúkinum, um ikki at halda tað vanheilagt, sum hann hevur halga.Heima hjá Kornelius svarar Guð beinleiðis: Bøn tín er hoyrd,og so gevur hann Kornelius bæði navn og adressu,og sigur: Send boð eftir tí manninum. Og somu løtu tá Pætur er liðugur at halda bøn, standa menninir uttanfyri og rópa Pætur við navnið.,

Av hesum frásøgnum læra vit, hvussu sterkt sambandið er millum Guð og menniskjan. Og her ganga vit mangan og trúgva, at vit eru einsamøll við okkara trupuleikum. Vit kunnu tí við fríðmóði liva okkara trúarlív, og handla í treysti, soleiðis sum hjálparnir hjá hinum gigtsjúka gjørdu, tá teir komu berandi við honum til Jesus. Hann sá trúgv teirra. Amen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina