Forkunnugt bíbliuskeið í Ísrael í summar
Á triðja sinni skipar Føroyska Ísraelsmissiónin fyri bíbliuskeiði við Genesaretvatnið í døgunum (umleið) 29. juni til 16. juli. Longu í morgin kl. 15 verður kunningarfundur í Klaksvík um tiltakið, bæði fyri tey, ið hava teknað seg, og fyri tey, ið hugsa seg um enn. Frants Jensen er ein av ferðaleiðarunum.
– Hetta er ein upplagdur møguleiki fyri tey, ið ikki hava verið í Ísrael fyrr, at síggja og vitja nógv kend bíbilsk støð. Á tann hátt kunnu frásagnirnar í Bíbliuni gerast meira viðkomandi og livandi fyri ein. Men eisini tey, ið longu hava verið í Ísrael, kunnu fáa nógv burturúr, tí vit ætla at vitja á nýggjum støðum, og luttakararnir sleppa eisini at møta messianskum (t.e. Jesus-trúgvandi, red.) jødum og øðrum, ið siga frá sínum spennandi lívi og hugtakandi upplivingum. Tað er ein ferð, ið ein minnist alt lívið, greiðir Frants frá.
Tað er triðju ferð, at tílíkt bíbliuskeið verður. Fyrstu ferð var í 2015, og aðru ferð var í 2017, tá myndirnar í hesi grein vórðu tiknar. Frants sigur, at undirtøkan hevur verið góð hini árini, og at tað hevur verið fullteknað. Í ár eru framvegis nøkur pláss eftir, men tekningarfreistin nærkast, tí hon er longu um eina viku, 15. februar.
Við Genesaretvatnið og seinni í Jerusalem
Tað er Føroyska Ísraelsmissiónin, sum skipar fyri bíbliuskeiðnum, og tað verður hildið í danska húsinum hjá felagsskapinum Ordet & Israel í Poriya.
– Poriya er ein sera vakur og friðarligur býur, sum liggur við Genesaretvatnið. Vit gista á dupultkømrum við luftskiftisskipan, og har er serstakliga vakurt útsýni yvir Genesaretvatnið. Vit hava húsið fyri okkum sjálv og standa sjálv fyri reingerðini, men mat fáa vit gjørdan. Vit búgva stutt frá Tiberias, har møguleiki er at fara til handils, svimja, njóta sólina og so framvegis. Síðstu dagarnar á ferðini verða vit í Jerusalem, sigur Frants.
Tað mesta av ferðingini í landinum fer fram í leigaðum persónbilum, tó verður eisini ferðast í bussi. Tað er sera heitt í Ísrael hesa tíðina av árinum, millum 30 og 45 stig, so luttakararnir mugu tola nógvan hita.
Bíbliuskeiðið verður hildið soleiðis, at bíbliutímar eru dagliga. Harumframt fer undirvísing fram, tá ferðast verður út á ymisk bíbilsk støð. Ein vanligur dagur inniheldur eina útferð, síðani fríløtu, bíbliutíma, hugna og at enda andakt.
Garvaðir ferðaleiðarar
Ferðaleiðararnir hava nógvar ísraelsferðir í skjáttuni. Tað eru hjúnini Marna & Frants Jensen og Petra & Jóhan Henriksen. Kostnaðurin fyri ferðina er ikki endaliga ásettur, men kanska verður meira at frætta um tað á kunningarfundinum í Emmaus í Klaksvík í morgin, leygardag, kl. 15:00.
Tekningarfreistin er sum nevnt longu næsta fríggjadag 15. februar, og tekning fer fram hjá annaðhvørt
Frants Jensen, tel 793002, teldupostur: jensenfrants@gmail.com
ella
Jóhan Henriksen, tel 457795, teldupostur: 457795@olivant.fo
(Myndirnar eru frá bíbliuskeiðnum í 2017, og fleiri myndir eru her.)