Føroya Landsstýri stuðlar menningarverkætlan hjá SAT-7

Føroya Landsstýri hevur játtað 481.000 krónur til eina týðandi menningarverkætlan, ið verður stýrd av SAT-7 International Trust. Stuðulin skal fara til at stuðla framhaldandi arbeiðinum við at styrkja kvinnur og teirra rættindi í Miðeystri og Norðurafrika (MENA). 

SAT-7 er ein kristin miðlafelagsskapur, sum síðani 1995 hevur framleitt og sent út fjølbroytt tilfar í MENA-økinum. Heimamissiónin er limur í SAT-7, og á hvørjum ári savna føroysk sunnudagsskúlabørn umleið 100.000 krónur til SAT-7 Kids, sum sendir sjónvarp til børn. 

Fokus á kvinnurnar 

Verkætlanin, sum nú hevur fingið stuðul, hevur sum høvuðsmál at broyta mentaðarligar siðvenjur og virðir, ið gera kvinnur ósjónligar ella niðurgjørdar í samfelagnum. Við at veita kvinnum eina rødd og skapa vitan um teirra virði og rættindi, miðar verkætlanin eftir at fremja størri javnstøðu og broytingar í samfelagsligum hugburði í økinum.   

Við verkætlanini fer SAT-7 at stuðla kvinnum í at menna sítt sjálvsvirði og læra tær at gera vart við seg, bæði beinleiðis og við miðlapallum. Samstundis er endamálið at broyta hugburðin til kyn, við at bróta niður skaðiligar fordómar og siðvenjur um kvinnur. 

LES EISINI  Støðan í Afganistan tvey ár eftir at Taliban tók valdið 15. august 2021

SAT-7 er ein kristin miðlafelagsskapur, sum síðani 1995 hevur framleitt og sent út fjølbroytt tilfar í MENA-økinum. Heimamissiónin er limur í SAT-7, og á hvørjum ári savna føroyskir sunnudagsskúlabørn umleið 100.000 krónur inn til SAT-7 Kids, sum sendir sjónvarp til børn. 

Titøkini fevna um sjónvarpssendingar, átøk á sosialu miðlunum og verkstovur, ið skapa rúm fyri, at kvinnur og menn kunnu samskifta og menna seg.

Virksemi í 2025

Í 2025 ætlar SAT-7 at: 

  • Framleiða átta sjónvarpssendingar, sum verða sendar á teirra egnu kanalum og leggja tær út á netið gjøgnum sosialar miðlar. 
  • Skipað fyri verkstovum fyri kvinnur, ið veita praktisk ráð og stuðul í dagligdegnum. 
  • Styrkja samstarvið við staðbundnar felagsskapir og áhugabólkar í økinum. 

Týðandi stuðul frá Føroyum 

Við at veita menningarstuðul til slíkar verkætlanir, kunnu Føroyar broyta støðuna hjá kvinnum í einum øki í heiminum, har tørvurin á javnstøðu og rættindum er stórur. Átakið gagnar ikki bert kvinnum í MENA-økinum, men stuðlar eisini grundleggjandi samfelagsbroytingum. 

LES EISINI  Myndarøð: 750 fólk á felags SAT-7-sunnudagsskúla í Nesvík

Stuðulin frá Landsstýrinum og tær mongu gávurnar gera, at Føroyar eru tað landið í heiminum, sum gevur mesta stuðul pr. íbúgva til SAT-7. Hetta er eitt gott dømi um, hvussu føroyingar kunnu spæla ein týðandi altjóða leiklut, við at fremja veruliga menning og jaligar broytingar. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina