Føroya Landsstýri stuðlar menningarverkætlan í Kjad

Í hesum poddkastinum hava vit fingið ein forkunnugan gest í studio úr afrikanska landinum Kjad. Okkara gestur, Eloi Bedingar Ngarossorang, arbeiðir fyri Bláa Kross í Kjad og er leiðari av eini verkætlan, sum verður stuðlað av Føroya Landsstýri umvegis Bláa Krossi í Føroyum og Altjóða Bláa Kross. Verkætlanin, ið nevnist ‘Life Skills and Peer Education’ hevur til endamáls m.a. at hjálpa ungum úr rústrupulleikum og at fyribyrgja harðskapi. Verkætlanin hevur eisini til endamáls at stuðla undir, at tey ungu gerast meira kensluliga, sosialt og fíggjarliga sjálvbjargin, skrivar Blái Krossur Føroya.

Kjad liggur í Mið-Afrika og 60% av landinum er oyðimørk, tí norðari partur av landinum er partur av Sahara oyðimørkini. Kjad er 7. fátækasta land í heiminum. Fólkatalið er áleið 15 mió. og einans 1,9% av fólki hava atgongd til vatn. Harafturat liva 80% undir fátækramarkinum, so landið hevur stórar sosialar avbjóðingar.

Vit fara at fregnast meira um hetta frá sjálva leiðaranum av verkætlanini í Kjad. Hann hevur seinastu dagarnar verið í Føroyum fyri fyrstu ferð – og hevur eisini fyri fyrstu ferð verið so tætt við havið, fyrstu hann hevur verið umborð á einum báti og fyrstu ferð hann hevur sæð kava.

LES EISINI  Starvslýsing: Leiðari til Blákrossheimið
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina