Føroya sterkasta kvinna: – Eg havi tann allarsterkasta við mær
Seinasta vikuskifti var ‘Burn Showdown’ kapping í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Hetta er kapping, har kvinnur og menn vísa síni kynstur innan styrki, bodybuilding, fitness og annað.
Í styrkikappingi fyri kvinnur gjørdist Armgarð A. á Regni á Toftum vinnari, og hon hevur harvið vunnið heitið sum ‘Sterkasta kvinna í Føroyum’.
Hetta er aðru ferð, at Armgarð á Regni luttekur í Burn Showdown. Hon byrjaði at venja Burn Classic í 2016, og er nú Føroya sterkasta kvinna.
Armgarð vann kappingina við at lyfta 167,5 kg í deadlift. Men umframt at vera ein sterk kvinna, er Armgarð eisini ein trúgvandi kvinna.
– Eg kom til persónliga trúgv á Jesus á páskum í 2014. Eg luttaki í andliga arbeiðinum á Toftum, syngi við í Taborkórinum, havi verið leiðari á TeenStreet tvær ferðir, og havi eisini havt sunnudagsskúla her, men havi ein steðg frá tí nú, tí tað passar so illa við mínum arbeiðstíðum, sigur Armgarð, sum arbeiður sum sjúkrarøktarfrøðingar á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi.
Armgarð sigur, at undan eini kapping í fjør hevði hon sera ilt í rygginum og ivaðist í, um hon skuldi luttaka.
– Tað varð nógv biðið fyri mær tá, veit eg, og dagin fyri kappingina var pínan horvin. Eg gjørdi av at luttaka, og vann. Tað er gott at vita, at eg havi altíð tann allarsterkasta við mær, sigur hon.
Armgarð vandi sera nógv uppundir kappingina seinasta vikuskifti, so nú ætlar hon at hava ein stuttan steðg, áðrenn vanligu venjingarnar byrja aftur.