Føroyska bíbliufelagið limur í UBS

Á limafundi hjá Føroyska Bíbliufelagnum í Christianskirkjuni tann 12. apríl kom fram, at Føroyska Bíbliufelagið er vorðið limur í Sameindu Bíbliufeløgunum (UBS).

Spurdur um, hvat tað merkir fyri Føroyska Bíbliufelagið, at tað er vorðið limur, svarar Bergur D. Joensen, formaður í felagnum:

– Tað verður eitt høvi til at læra av øðrum. Tað verður eitt høvi til at tæna, har sum tørvurin er størstur, tí hesi bíbliufeløgini tilsamans sita inni við einari stórari vitan. Tað hjálpir okkum at vaksa í dugnaskapi, tí at vit kunnu seta nýggj mál, tá ið vit síggja, hvat onnur gera, og vit vaksa eisini við teirri ábyrgd, sum fylgir við at vera saman við øðrum dugnaligum bíbliufeløgum, tí nú fáa vit beinleiðis ávirkan á altjóða arbeiðið. So eg trúgvi, at tað at vera við tvingar okkum til at vaksa og mennast sum sjálvstøðugt føroyskt bíbliufelag.