Føroyskt møti á Ørkini í Reykjavík sunnudagin

Sunnudagin  20. januar kl. 16:00 verður føroyskt møti á Hotel Ørkini – sjómansheiminum – í Reykjavík.

Ólavur Jacobsen, nýsetti trúboðarin, fer at greiða eitt sindur frá um arbeiðið. sum hann er settur at gera í Reykjavík.

Eftir møtið verður ein drekkamuður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin!