Føroysku møtini á Ørkini byrja aftur
Sunnudagin 19. januar verður aftur føroyskt møti á sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík. Møtið verður klokkan 16, og tað er Ólavur Jacobsen, trúboðari, sum talar.
Ólavur varð settur sum trúboðari í fjør, og frá seinasta ársskifti er hann trúboðari hálva tíð út frá Ørkini og hálva tíð í Føroyum, serliga í Norðstreymoy.
Eftir møtið verða øll boðin til ein drekkamun. Eisini er møguleiki at koma til forbøn.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og Ørkin liggur á Brautarholti 29 í Reykjavík.

Ólavur Jacobsen, trúboðari