Fosturtøka: Nú mugu kirkjurnar taka ábyrgd

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Amerikanski hægstirætturin ógildaði fríggjadagin tann skjótt 50 ára gamla dómin (Roe vs Wade), sum gjørdi fosturtøku til ein grundlógartryggjaðan rætt fyri amerikanskar kvinnur. Avtøkan av dóminum hevur vakt stóra frøði millum fólk, ið halda lívið vera friðhalgað, og at lívið byrjar við gitnaði. Ein partur av hesum fólki eru kristin, og ongin ivi er um, at mong kirkjusamfeløg gleða seg yvir hesa avgerð, ið uttan iva fer at føra við sær eitt fall í fosturtøkum.

Men mong eru eisini, ið ikki eru glað um hesa avgerð. Tí tað er jú ofta ein orsøk til, at ein velur at fáa framt fosturtøku. Ja, vissuliga snýr tað seg eisini um nøkur, ið fremja fosturtøku av hentleikaorsøkum, ella um, at ein ikki nýtur fyribyrging, tí ein kann jú altíð bara fáa framt eina fosturtøku. Men ofta er støðan nógv meira fløkt enn sum so. Tað er galdandi hjá okkum, og tað er enn meira galdandi í einum amerikanskum samanhangi, har munurin millum rík og fátøk er munandi størri enn hjá okkum. Fríi rætturin til fosturtøku loysti tessvegna ein álvarsligan trupulleika fyri rættiliga nógvar kvinnur (og teirra partnara).

LES EISINI  Fosturtøka: Tey vóru samd í einum máli 

Gud elskar menniskju. Hann elskar ófødda barnið, sum hann hevur lagt ætlanir fyri longu áðrenn gitnaðin. Hann elskar eisini foreldur barnsins og ynskir, at tey skulu hava tað gott. Tí er tað sera umráðandi, at kirkjurnar nú taka ábyrgd. Sum Christianity Today skrivar tað í dagsins leiðara:

Endin á ”Roe” virðir heilagleika menniskjans og fer at seta børn trygt í heimin. Tað fer eisini at føra við sær veruligt baks og stríð fyri nógvar mammur. Besti mátin at heiðra tey børn, ið fara at verða fødd vegna deyða ”Roes”, tað er at elska tær møður, ið ala børnini upp.

Christianity Today

Tá fosturtøka ikki er loysnin, so mugu kirkjurnar ganga á odda at vísa ein annan veg. Og tað byrjar við, at vit elska tær kvinnur, ið koma at standa í eini truplari støðu við einum lítlum barni, sum tey møguliga ikki eru før fyri at taka sær av. Tann kærleikin skal kunna síggjast í góðum gerðum. Ikki sum ein olmussa til ein faldnan syndara, men heldur sum ein virðiligur fagnaður til lívið.

LES EISINI  Tíðindaskriv: Standa fyri lívi

Tað sama er galdandi fyri okkum. Eisini her kunnu vit gleða okkum um lógir, sum í stóran mun verja lívið frá gitnaði. Men vit mugu ongantíð gloyma tey, ið sita í eini truplari støðu. Vit mugu sýna teimum virðing, og vera við til at lyfta tey í teim avbjóðingum, tey møta. Tað skylda vit teimum, sum Gud elskar við sama kærleika, sum hann eisini møtti okkum við.

Og tann besti hátturin at varðveita tær lógir, ið bjarga óføddu børnunum er helst eisini at tryggja, at vit á øðrum økjum hjálpa teimum kvinnum, ið standa í eini truplari støðu. Um vit ikki sjálvi kunnu liva upp til Guds boð um at elska hvønnannan, sum vit elska okkum sjálvi, so kunnu vit sjálvi gerast atvoldin til, at nøkur uppliva ein tørv fyri at fáa innført fría fosturtøku.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina