Fosturtøkur kostaðu 42 milliónum lívið í 2018

Á heimsstigi vórðu gjørdar umleið 41,95 milliónir fosturtøkur í 2018. Tað upplýsti felagsskapurin Worldometers tann 31. desember. Hagtølini eru bygd á upplýsingar frá heimsheilsustovninum WHO.

Heimasíðan Christian Daily Reporter hevur almannakunngjørt tølini. Samanborið við hagtøl frá øðrum deyðsorsøkum kann staðfestast, at fosturtøka krevur fleiri mannalív enn bæði krabbamein, malaria, HIV/Aids, royking, rúsdrekka og ferðsluvanlukkur. Í 2018 doyðu 8,2 milliónir fólk av krabbameini, og 1,7 milliónir doyðu av HIV/Aids.

Færri fosturtøkur í USA

Talið á fosturtøkum í USA er minkandi sambært seinastu hagtølunum frá Centers for Disease Control and Prevention, sum brúkar eina uppgerð frá november 2015.
Her sæst, at tað vórðu gjørdar 638.169 fosturtøkur í 49 statum í 2015. Kvinnur í aldrinum 20 til 24 ár fingu flestu fosturtøkurnar gjørdar, men tað var stórt fall í talinum hjá tannáringum millum 15 og 19 ár samanborið við tølini frá 2006.
– Hetta er í stóran mun orsakað av eini ‘fyri-lívi’ lóggávu, sum roynir at vísa á alternativ til fosturtøku og at undirvísa um avleiðingarnar av fosturtøku og at ófødda barnið er eitt menniskja, sigur Carol Tobias, leiðari í The National Right to Life Committee.
Rachel Jones, sum er granskari á Guttmacher Institute, vísir tó á, at eisini bíligari fyribyrging og lættari atgongd til húskisráðgeving eru millum orsøkirnar til, at tað verða skrásettar færri fosturtøkur.

LES EISINI  Hvussu við børnum, ið koma frá tí við lívinum eftir eina fosturtøku?

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina