Frá Norðurkorea til England, frá Helviti til Himmalin

Einferð var hann ein lítl drongur á gøtuni í Norðurkorea. Foreldrini vóru flýggjað og høvdu latið teirra lítla son verða eftir. Ikki tí tey ikki ynsktu at taka hann við. Men tí at fíggjarstøðan og politiska støðan í landinum skapti eitt kaos, sum elvdi til nakrar støður, sum ongin hevði tamarhald á.

Í dag býr hann í Englandi, har hann starvast sum ráðgevi í parlamentinum.

Hann kallar seg Timoty Cho og tí seinastu vikuna hevur hann ferðast runt í Føroyum, har hann hevur greitt frá um støðuna í heimlandinum, um flýggjanina, fongslingin og tann eftirfylgjandi tortururin í fongslinum. Hann fekk ein nýggjan møguleika at flýggja, og tað førdi hann til eitt kinesiskt fongsul, har hann møtti einum Suðurkoreanskum fanga, sum lærdi hann at biðja: – Tú skalt bara enda við amen tá tú hevur sagt tað, ið tú ynskir at siga.

Og Gud hoyrdi bøn hansara og hjálpti honum. Ikki við einum stórum undri, har Gud sjálvur møtti upp í fongslinum fyri at loysa Timothy úr leinkjunum. Men Timothy er ikki í iva um, at tað var Gud, sum setti gongd í tingini, sum fingu hann leysan. Tí tað er ofta soleiðis Gud arbeiðir: Ígjøgnum menniskju, sum hann sendir út til eina uppgávu.

LES EISINI  Nýggjur sangur frá Signari á Reynatrøð: Ímillum milliónir

Tá Gud kom í lívið hjá Timothy hendi tað fyrst gjøgnum fangan, sum las í bíbliuni og bað. Síðani gjøgnum nakrar myndir, sum vóru deildar á sosialu miðlunum. Myndir av Timothy og øðrum koreanskum dreingjunum tá teir til onga nyttu flýddu og søktu friðskjól í einum amerikanskum skúla í Shanghai. Myndirnar, sum tey amerikansku skúlabørnini høvdu deilt náddi til teir stóru altjóða miðlarnir og teir kinesisku miðlarnir valdu brádliga at senda dreingirnar til eitt triðja land – heldur enn at senda teir aftur til Norðurkorea.

Nøkur túsund fólk hava lurta eftir Timothy meðan hann hevur verið í Føroyum. Og tey møttu einum manni, sum var fullur av takksemi fyri teir møguleikar, sum Gud hevur givið honum. Timothy minti eisini á at minnast til at biðja fyri og hjálpa teimum forfylgdu kristnu. Og hann minti eisini áhoyrarnar á um gleðina við at liva í einum demokratiskum landi, har ein gøtudrongur kann læra eitt nýtt mál og fáa eina útbúgving, verða settur í starv sum ráðgevi í parlamentinum, gerast limur í einum politiskum flokki og gerast valevni til kommunuvali. Alt hetta uppá einans 13 ár.

LES EISINI  Stórur kirkjuvøkstur í Algeria

At liva í einum slíkum samfelagið er ein gáva.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina