Frælsi – til hvat?

Símun Persson Jacobsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Undir seinna veraldarbardaga fekk frælsi brádliga eitt ítøkuligt innihald í hugsanini hjá mongum vesturlendingum, ið nú livdu undir fremmandari hermegi. Tað, sum áður var ein sjálvfylgja, varð lagt undir tvørrandi bond; men eftir fleiri ár, var frælsi tíbetur endurvunnið – og fólkið frøddist á gøtunum.

Ein hersett tjóð vil sjálvandi frælsi, eins og eitt bundið menniskja vil loysast úr lagdi. Sum einstaklingar liva vit øll undir ymiskum korum – nógv gott er at takka fyri – men hvør okkara hevur ikki sínar avbjóðingar?

Í hugaheiminum ynskja vit sjálvræði yvir okkara egnu tilveru, soleiðis at vit á besta hátt kunnu umsita tað lív, okkum er givið at liva. Meðan tíðin rennur avstað, so kenna mong seg bundnan av skíggja og rúsdrekka. Fleiri kenna fíggjarligar avbjóðingar, meðan onnur bíða eftir viðurkenning, og hvør droymur ikki um tað góða lívið, ein kundi liva?

Veruleikin er nevniliga ikki altíð so bjartur, og síggja vit so lívið í ljósinum av syndini, so eru nógv darvandi viðurskifti, ið gera seg galdandi. Men við tøkk til Gud, ið elskaði falna menniskjað so, at hann ofraði einborna son sín, so er vón fyri lív sum ævinleika.

LES EISINI  Ræður um at hava fokus á rætta stað

Mong søkja tó frælsi í so mongum øðrum, ið bert hevur eina stokkuta tíð fyri sær. Sum kristin kunnu vit líta at Ísraels søgu og síggja, hvussu Gud leiddi fólkið út úr Egyptalandi og inn í tað lovaða landið. Við hesum í huga kom Jesus til jarðar við tí endamáli at boða fangum frælsi (Luk 4,18), og tað er eisini eitt orð til okkara tíð.

Frá skapanarfrælsinum broyttist nógv fyri tað einstaka menniskjað við syndafallinum. Skriftin fjalir ikki tann veruleika, at menniskja liggur undir synd, lóg, avgudum, heimsins valdi og myrkursins kreftum, fyri ikki at nevna djevul og deyða. Júst tí kom Jesus fyri at leita upp og bjarga tí glataða, og tað er okkara veruliga og varandi frælsi við kærleika, gleði og friði.

Kristustrúgvin er ein gáva, ið inniber alt tað, sum Jesus er fyri okkum, og tí er kristna frælsið ongantíð ætlað sum ein gongd burtur frá Jesusi, men ein áhaldandi vegur til Jesus. Saman við honum er okkara frælsi fullkomið, sjálvt um okkum kann fattast so mangt annað eftir heimsins mátistokki.

LES EISINI  Hevur Gud broytt meining?

Tað, sum sær lokkandi út, og sum nógv stremba eftir, er ikki altíð tað besta fyri menniskjað. Tí mega vit sum kristin – eisini við skeivu avgerðum okkara – aftur og aftur leita okkum til Kristus, so góði vilji hansara má fáa loyvi at mynda og vegleiða okkum.

Vísdómur hansara vil ikki leiða okkum til eitt sjálvsøkið lív, men til eina tænastu, har vit í samljóði fáa loyvi at liva saman við næsta okkara. Hetta er ein týðandi partur av tí frælsi, sum tú kanst býta við onnur, uttan at missa nakað.

Við felagsgleði kunnu vit um kristna frælsið siga: Sum meistarin – so lærusveinurin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina