“Friður á jørð!” Einglar sungu hátt

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Vit hoyra og gleðast um tónarnar frá Betlehems fløtum, nú jólahalgan stundar til – “Friður á jørð og í menniskjum góður tokki!”

Men er tað júst frið, vit uppliva í dag? Ella er henda aldargamla frásøgnin, vorðin ein andsøgn til heimsstøðuna í dag?

Hvar finna vit friðin, og hvar kenna vit okkum trygg í dag? Ikki í París, Bruxelles ella uttanfyri Krudttønden í Keypmannahavn.

Eftir álopini í París verða fransmenn eggjaðir til at styrkja verðsligu meginregluna. Hetta skal gerast við at nokta øllum átrúnaðarligum ímyndum á almennum støðum og harvið eisini øllum “krubbuspølum” frammanundan jólum. At halda fast við verðsliggeringina av samfelagnum er einasta trygd fyri varandi friði í einum pluralistiskum samfelagi, staðfestir felags frágreiðing frá fronsku borgarstjórunum. “Vit vilja vinna á atsóknunum við ikki at lata okkum kúga av óttanum,” verður sagt úr París. Ein váðin pástandur at velja Gud frá í vón um at finna friðin.

Men óttin spøkir framhaldandi – óttin fyri ISIS, Boko Haram, sjálvmorðsbumbum, gíðslatøkum, kjarnorkuvápnum og so framvegis Ígjøgnum allar teir sosialu miðlarnar eru vit vorðin partur av alheiminum og kunnu alt samdøgrið fylgja við gongdini runt allan heim.

Eisini kenslurnar standa sína roynd fyri nógv í hesi hugnaligu adventstíð, orsakað av millum annað sjúku, deyða, skilnaði, harðskapi ella einsemi. Kenslur og ótti, sum vit øll kenna og møta so ella so ígjøgnum lívið.

Sum lítil smágenta lærdi eg sangin hjá Linu Sandell, “Ongum er so trygt at fara, sum Guds lítla barnaskara.” Tað er júst henda friðin og tryggleikan, einglarnir syngja um á Betlehems fløtum – friðin, sum ber av øllum viti, sum verður givin okkum av høga himli og sum vit ikki finna í heimsins meldri. Trúgvin á ein faðir, í hvørs ørmum vit kunnu hvíla, mitt í ótryggleikanum og ófriðinum. Trúgvin á Hann, sum hevur vunnið á deyðanum. ”Hjarta tykkara verði ikki óttafult, trúgvið á Gud og trúgvið á meg!” sigur Jesus.

Eru vit í Vesturheiminum vorðin meira sárbar fyri óttanum, tí so nógv hava valt Gud frá og harvið eisini kensluna av Guds faðirørmum?  Er tað komið eitt tómrúm inn í ta vesturlendsku mentanina, har vit hava mist meiningina við lívinum burtur og við henni mótstøðuførið fyri óttanum? Niðurstøðan hjá teimum kristnu forfylgdu runt Miðeystur er henda: ”Tað er trúgvin á Gud faðir, sum gevur okkum megi og sálarfrið mitt í øllum ræðuleikunum, í vissuni um at um eg livi ella doyggi, hoyri eg Harranum til.”

Jú, sanniliga er jólaboðskapurin líka livandi og máttmikil nú sum fyrr: ”Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði.”

Latið okkum tí gera sum hirðarnir, reisast og fara at finna henda frelsara, Jesus Kristus.

Gleðilig jól!

Marjan Nielsen, barna- og familjuráðgevi