Fruktirnar
Av fruktum teirra skulu tit kenna teir. Matt. 7,16.
Á okkara døgum verður ikki nógv tosað um góðar gerningar. Vit krúpa uttan um evnið og tosa um okkurt annað. Er ein kristin moralur til?
Verður tann spurningurin tikin fram, sæst, hvussu ójøvn fólk eru á máli um tað. Summi siga nei. Evangeliið er orðið um syndanna fyrigeving.
Gud er góður móti ótakksomum og óndum. Jú, tað finst ein kristin moralur, sigur onkur annar. Trúgv og lív kunna ikki skiljast sundur. Hvat meinar Jesus, tá ið hann sigur, at eitt og hvørt gott træ, ber góðar fruktir?
Hví nevnir hann gerningar, tá ið hann tosar um uppgerðardagin? ”Eg var sjúkur, og tit vitjaðu meg ikki, eg var svangur, og tit góvu mær ikki at eta.” Hví tosar hann um at gera Guds vilja?
Teir góðu gerningarnir og tann kristni moralurin – tað er eitt trupult evni, men spurningurin er, um vit hava loyvi at skumpa trupulleikan frá okkum.
Høvundarnir í okkara tíð eru óførir at avdúka bæði, heimsins vesaldóm, og hvussu máttleys menniskjan er. Treingja vit ikki til eina lívsjáttandi vegleiðing fyri eina ætt, sum ferðast í einum samfelagi, har nógv er lagt í oyði?
”Av fruktum teirra skulu tit kenna teir,” segði Jesus, tá ið hann tosaði um følsku profetarnar. So kunna vit kjakast um, hvat ið hann meinti við „fruktir.” Tað átti at verið so sólarklárt fyri ein og hvønn, at tað er eitt samband millum træið, greinarnar og fruktirnar, og júst tað sambandið ber boð um, at trúgvin má vera virksom í kærleika.
Tá ið vit ræðast at tosa um góðar gerningar og kristnan moral, hongur tað óivað saman við, at vit gloyma at rokna við Heilaga Andans gerningi. Paulus sigur, at Gud virkar í okkum at vilja og at virka. Í sama andadrátti sigur hann, at vit skulu arbeiða upp á frelsu sálanna við ótta og bivan. Tað er lívsins logikkur, Guds náðar logikkur.
Eitt og hvørt gott træ, ber góðar fruktir. Tað er so sólarklárt, og kann ikki afturvísast og setur okkum í gongd.
Ger tað sindrið, tú kanst,
royn av hjarta og sál,
gev bert Harranum orku og mátt,
og tú veitst, at ei hann nýtir okkara mál,
tá ið spurt er um stórt og um smátt.
Og hann sjálvur ger alt, og hvat sakar tað tá,
um enn taldur tú ert upp í smá?
Ger tað sindrið, tú kanst,
minst til at tað er so:
Gud hjá øllum bert trúskap vil sjá.
Glaður ver, um tú bert eini neyðarslig boð,
tí hann sjálvur við hjálp er tær hjá.
O, tann gleði tann dag, Jesus man siga tær:
tað, tú gjørdi, var gjørt móti mær!
Sunnudagsblaðið