Fullteknað til Sangfagnaðin
Fullteknað er nú til Sangfagnað ’16. Tað hevur verið sera stórur áhugi fyri at luttaka í Sangfagnaðinum, sum verður í døgunum 14.-16. oktober.
Sangfagnaðurin verður lýstur sum eitt spennandi vikuskifti, fylt við glaðum sangi, tónleiki og rørslum. Børnini verða býtt sundur í barnakór 2.-4.fl, juniorkór 5.-7.fl og felagskór.
Tiltakið endar við konsert, sum kunnað verður um í næstu viku. Møguleiki verður eisini at hoyra kór frá Sangfagnaðinum til SIMBA-hittið á Stórmøtunum.