Fýra samkomur saman um páskastevnu
KFUM & K í Klaksvík, Thabor í Fuglafirði, Bethania í Gøtu og Leirvíkar Missiónshús skipa í felag fyri páskastevnu í døgunum 17.- 21. apríl 2025. Skráin er fjølbroytt, og í øllum fýra plássunum verða tiltøk, har høvi verður at savnast um páskaboðskapin. Trý av kvøldunum talar Alfred Olsen.
Skíriskvøld í Klaksvík
Byrjað verður í KFUM & K í Klaksvík skíriskvøld kl. 21.00 við einum ungdómskvøldi. Alfred Olsen talar, og Lý P. framførir. Aftaná møtið verða hugni og pitsa.
Langi fríggjadagur í Fuglafirði
Langa fríggjadag kl. 18.00 verður ein bønar- og hugsavnaðarløta í missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði. Á skránni verða bøn, lovsangur og andakt, og eftir møtið verður ein drekkamuður at fáa.
Gongutúrur úr Leirvík til Gøtu
Leygarmorgun, páskaaftan, verður skipað fyri einum gongutúri úr Leirvík til Gøtu. Farið verður frá Leirvíkar Missiónshúsi kl. 9. Ferðaleiðarar á túrinum verða Pól Johannessen og Marius Jacobsen. Eftir túrin verður ein drekkamuður at fáa.
Skuldi tað hent, at veðrið ikki verður til vildar til gongutúr hendan dagin, verður í staðin ein andakt hildin innandura.
Páskadagur í Klaksvík
Páskadag kl. 17.00 verður møti í KFUM & K. Alfred Olsen talar, og Gøtu Kirkju Barnakór framførir. Eisini verður bíbliusøga til børnini í lítla sali. Aftan á møtið verður nátturði.
Kl. 19.30 verður hildið fram við einum lovsangs- og vitnimøti, sum tey ungu skipa fyri.
2. páskadagur í Leirvík
Seinasta møtið á páskastevnuni verður í Leirvíkar Missiónshúsi 2. páskadag kl. 18.00. Alfred Olsen talar, og gospelkórið Lanterna úr Fuglafirði framførir. Eftir møtið verður borðreitt við nátturða.