Fýra umsøkjarar til prestastarvið í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi

Nú umsóknarfreistin var úti á miðdegi í dag, vóru fýra umsóknir komnar inn til starvið sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi. Prestagjaldi fevnir um Hoyvík og Kaldbak. Frammanundan er ein sóknarprestur í prestagjaldinum, sum í januar fekk játtan til eitt embæti afturat. Hetta er eitt stórt og skjótt vaksandi øki, ið tilsamans telur umleið 4.500 fólk. Ætlanin er at innstilla komandi sóknarprestin innan tríggjar vikur, sigur fólkakirkjan á heimasíðu síni.