Fyrireikað til mótstøðu

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Seinastu árini hava vit frætt støðugt meira um kristin, ið verða forfylgd fyri sína kristnu trúgv úti í heimi. Ein orsøk er óivað, at globaliseringin og internetið hava við sær, at vit sum heild frætta fleiri tíðindi frá áður fjarum londum. Heimurin er líkasum vorðin minni. Hagtølini vísa tó eisini á eina aðra orsøk, nevniliga at trýstið á kristin er økt.

Men eitt nýtt rák er eisini, at einstøk kristin eru fyri mismuni í sokallaðum gomlum kristnum londum. Hetta eru fólk, sum liva kristnu trúgv sína út á ein hátt, sum inntil fyri kortum ikki gav nakrar trupulleikar, ja, var hildið at vera skilagott og sunt. Til dømis at fólk, ið standa við sína kristnu sannføring, missa møguleikan at fáa ávís leiðandi størv, at fyritøkur hjá kristnum verða saksøktar og/ella boykottaðar fyri ikki at virka við í tí, sum eftir teirra sannføring er í andsøgn við kristna siðalæru, ella at kristnir skúlar verða hóttir við at missa almennan rakstrarstuðul, tí teir hava eitt klassiskt kristiligt virðisgrundarlag og tilskila sær rætt til at seta lærarar eftir hesum virðum.

Í kjaki um slík evni á sosialum miðlum kann viðhvørt verða sagt, at kristin sum heild eru meira erkvisin enn onnur, og eru skjótari at gremja seg um forfylging ella mismun enn onnur. Ein slíkur pástandur – ella fordómur – er trupul at prógva ella mótprógva, og tí ikki serliga gevandi í kjakinum. Tað er rætt, at sambært frágreiðingum frá altjóða felagsskapum, til dømis Open Doors, eru viðurskiftini batnað í summum londum, treyðugt so, men sum heild gongur skeiva vegin, bæði í mongum fjarskotnum londum og í Vesturheiminum.

Eitt er hagtølini ella frágreiðingarnar. Eitt annað er, at Jesus fyrireikaði eftirfylgjarar sínar til at rokna við mótstøðu fyri hansara skuld: “Ikki er tænari størri enn harri hansara. Hava teir forfylgt mær, munnu teir eisini forfylgja tykkum” (Jóh 15,20) Tað er ikki kristiligt at søkja forfylgingina. Men hon eigur ikki at koma óvart á tann, sum í trúgv og lívi sínum vil ganga í Jesu fótasporum.

Fleiri bøkur í Nýggja Testamenti vórðu skrivaðar til kristin, sum kendu til at líða fyri sína trúgv. Tí verður lesarin eisini mintur á samkenslu við teimum, sum líða: “Minnist til teirra, sum fangar eru, sum vóru tit samfangar teirra; minnist til teirra, sum ilt líða, sum teir, ið eisini sjálvir eru í likami”. (Hebr 13,3)

Hóast Føroyar eisini á hesum øki er eitt sjáldsama væl vart øki, bendir gongdin í okkara parti av heiminum á, at broytingartíðir kanska ikki eru so øgiliga langt burtur. Vit eiga í øllum førum at vera fyrireikað.

Øssur Kjølbro