Fyrireikingar

Elinborg Osvaldsdóttir

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Nógv stákan hevur í seinastuni verið í samband við, at hennara kongliga hátign Margreta drotning hevur vitjað. Heilt niður í smálutir hevur ein ætlan fyri hvørt staðið sær verið gjørd. Danska fregnartænastan PET hevur eisini gjørt sítt forarbeiði, soleiðis at alt kundi ganga trygt fyri seg.

Nú er summar, og álmanakkin hjá flestu okkara er ikki eins fullur sum hinar mánaðirnar í árinum. Tó hava vit eina hugsan um, hvussu okkara summar skal síggja út. Summar dagfestingar eru longu settar av til hetta og hatta. 

At fyrireika. At leggja ætlanir. At hava álmanakkan fullan. At skula møta upp. At fylgja sínum dreymum. Stig fyri stig. 

Alt hetta eru vit so von við. Vit hava eina arbeiðsætlan. Eina tímatalvu. Eina tíðarfreist.

Eina ávísa dagfesting skal hatta vera liðugt. Eina aðra dagfesting skal hitt vera liðugt. Og so skal onkur meta og døma um okkara avrik. 

Soleiðis er lívið hjá flestu okkara. Og soleiðis dettur dagur av degi.

LES EISINI  Drotningin sum kendi kong sín

Skjótari og skjótari gongur tíðin – ja, hon flýgur – eru vit ikki óvon at siga.

Men hvussu er við okkara andaliga lívið?

Fyrireika vit okkum á sama hátt til tað, sum her stendur fyri framman? Raðfesta vit at gera íløgur eisini í hendan partin av tilveruni? 

Eins og Margreta drotning við fylgi krevur nakað av fyrireikingum, áðrenn eina slíka almenna vitjan, so krevur kongur konganna eisini nakað av okkum. Hann krevur fyrireiking, áðrenn komu sína.

So mangan mugu vit sanna, at ævinleikin ikki stendur so frammarlaga, sum hann átti. Vit hugsa kanska: “Tað er so nógv, eg má náa, áðrenn eg fái stundir at hugsavna meg um tað”. Ella vit hava aðrar umberingar. Vit kenna tær øll.

Mangan má eg taka í egnan barm. Eg hugsi, fyrireiki, leggi ætlanir, fullføri tær, fái avrikini góðkend, og fyrireiki av nýggjum. Uttan at hugsa ella fyrireika serliga nógv í mínum andaliga lívi. Tað er løgið, ikki so? Vit, sum eru so von og so tilvitað og so “kekkað”. Vit kunnu seta flugubein í allan okkara álmanakka á okkara snildu telefon. Men kunnu vit seta flugubein við, at vit eru fyrireikað til ævinleikan? Livi eg lív mítt soleiðis, sum Guð hevði ætlað tað frá byrjan? Virðismeti eg míni nærsambond? Ansi eg eftir teimum og fjálgi um tey? Leiti eg mær ugga og ráð í Guðs heilaga orði? Sigi eg honum mína hjartans trá og hugsan?

LES EISINI  Regn bjargaði presti ...

Aftur og aftur mugu vit leita til leirkerasmiðin, sum av nýggjum kann mynda okkum. 

Lat okkum biðja saman við hesum kenda sangi:

“Broyt mítt hjarta, Guð. 
Lat tað vera reint. 
Broyt mítt hjarta, Guð. 
Eg vil líkjast tær.
Eg eri leirið. 
Smiður ert tú. 
Mynda og boygg meg. 
Hetta biði eg.”

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina