Fyrsta gudstænastan í meira enn tvey ár
Ein kristin meinigheit kundi næstseinasta sunnudag fyri fyrstu ferð í meira enn tvey ár halda gudstænastu í eini kirkju í býnum Qaraqosh í Irak, eftir at irakiski herurin rak yvirgangsbólkin IS úr býnum vikuna fyri, skrivar dagen.no.
Qaraqosh var fyrr ein av teimum týdningarmestu kristnu býunum í Irak, og næstseinasta sunnudag møtti ein bólkur av trúgvandi upp til gudstænastu í tí partvís oyðiløgdu kirkjuni.
– Eftir tvey ár og tríggjar mánaðir í útlegd var tað gleðiligt at kunna fara til altars í katedralinum, sum IS ætlaði at oyðileggja, sigur Yohanna Petros Mouche, sum er sýrisk-katólskur erkibiskupur í Mosul.
Mouche flýddi til Qaraqosh, eftir at IS hevði tikið Mosul, men so við og við tók IS eisini valdið í Qaraqosh og noyddi meira enn 120.000 kristin og aðrar minnilutar at flýggja.
Klokkutornið á kirkjuni í Qaraqosh er oyðilagt, fleiri standmyndir eru hálshøgdar, og gólvið er framvegis fjalt av øsku frá einum eldi, sum IS byrjaði, áðrenn teir tóku seg úr býnum. Meginparturin av luttakarunum í gudstænasuni vóru limir í einum lokalum kristnum hernaðarbólki, sum luttók í bardøgunum um at endurvinna Qaraqosh.
– Teir brúktu alt móti okkum. Teir skutu eftir okkum, teir sendu bilbumbur og sjálvmorðsbumbufólk. Hóast alt hetta, so eru vit her, segði eitt av kirkjufólkunum.