Gamalt gull: Ekkoloddið 1957

eftir Adrian Johansen
Trúboðin 1957

Abraham Lincoln, presidentur, segði einaferð: – Tá ið eg eri deyður, ynski eg, at tey menniskju, ið kendu meg best, skulu kunnu siga um meg: Hann tók altíð upp ein tistil og plantaði eina blómu, har hann helt, at ein blóma kundi vaksa.

Tað er undaliga við tí, at vit øll hava so strævið við at sáa. Tað er ikki bert bóndin, ið á vári sáar akrar sína og setur niður veltur sínar. Hvørt menniskja sáar, har tað er og har tað ferðast, og annaðhvørt sáar tað tistlar ella blómur. Tann, sum sáar øvundarsáð á leið síni, vil koma til at ásanna, at har keumr øvund og slatur at vaksa upp; tann, ið sáar eiðir og forbannilsir kring seg, har hann er og kemur, kan aldri fár signing og ljós at trivast. Men tann, ið roynir við Guðs hjálp at sáa blómur, tað vil siga, at bera signing og ljós á leið síni, vil koma at uppæiva, at blómurnar grógva.

LES EISINI  Gamal og mettur av døgum: Andakt til tey gomlu 6

Hví verða so mong vøkur orð søgd á gravarbakkanum? Orð sum einki virði hava, tí tey eru ósonn. Hvat hjálpir tað okkum um fólk standa og rósa okkum, tá ið vit eru farin, um tað bert vaksa tornir og tistlar í fótasporum okkara? Presidenturin hevur havt hina røttu uppfatina. Gævi fólk, ið kendu okkum, kundu sagt: – Hann var ein af teimum, ið tók tistlarnar upp og sáaði blómur.

Jesus segði einaferð: – Tit skulu kenna teir av fruktum teirra.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina