Gamalt gull: Jólahald á Tróndi í Gøtu

Í 2006 hevði sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen eitt myndatól við sær umborð tá jólahald var umborð á Tróndi í Gøtu. Hann hevði sjálvandi eisini jólagávur frá sjómanskvinnuringunum. Vit hava funnið upptøkurnar fram úr savninum, og bjóða nú tær við umborð til jólasang og samrøður við nakrar av manningini. Fleiri av teimum sigla framvegis fyri sama reiðarí, og munnu teir ikki aftur í ár fáa eina lítla jólagávu frá sjómanskvinnuringunum? Sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, arbeiðir í løtuni við einari bók um sjómanskvinnuringarnar. Eftir ætlan kemur bókin út komandi ár.

LES EISINI  Minnist tú filmarnar um jól og advent frá Bibelproject?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina