Gamla testamenti

Gamla testamenti var Jesu egna “Bíblia”. Tað var her, at hann sjálvur møtti Guds orði, og tað vóru hesar skriftirnar, hann vísti tíl, tá hann boðaði Guds orð fyri øðrum. Minnist tú, hvussu Jesus á vegnum til Emmaus fekk hjálpt tveimum lærusveinum frá iva til trúgv? Hann lat Gamla testamenti upp fyri teimum! Her fingu teir nýtt ljós yvir Jesu deyða og uppreisn. Her varð fest í teirra hjørtu og lívið fullkomiliga broytt. Sí Lukas 24. kapittul.

Hevði Jesus brúk fyri Gamla testamentinum, so skulu tú og eg eisini brúka tað!

Fingu teir báðir, sum vóru á ferð til Emmaus, at uppliva nakað so stórbært við at møta hesum skriftunum, eiga eisini tú og eg at leita okkum kunnleika í teimum.

Gamla testamenti hevur 39 ymiskar skriftir. Bøkurnar vórðu til í einum tíðarskeiði upp á 1000 ár, og vórðu liðugt savnaðar nøkur fá hundrað ár fyri Kristi føðing!

Hugsa tær, at so ymiskar skriftir samsvaraðu so væl! Skrivaðar sum tær eru av ymiskum menniskjum undir ymiskum umstøðum og í ymiskum tíðarskeiðum. Hetta vitnar um, at Gamla testamenti ikki er mannaverk. Tað er Guds egna orð til okkum!

LES EISINI  Barnakorsins Andi

Á Jesu døgum var raðfylgjan á skriftunum øðrvísi enn í dag. Bøkurnar vóru deildar upp í 3 bólkar: Lógin, profetarnir og skriftirnar.

Vit finna slóðir av hesum býtinum eisini í Nýggja testamenti. Sí aftur Lukas 24: “Og hann byrjaði frá Mósesi og frá øllum profetunum og legði út fyri teimum í øllum skriftunum tað, sum skrivað var viðvíkjandi honum” (27. vers). “Men hann segði við teir: “Hetta eru tey orð míni, sum eg talaði til tykkara, meðan eg enn var hjá tykkum, at alt tað eigur at ganga út, sum er skrivað í Móselóg og profetunum og sálmunum um meg” (44. vers).

Tað verður ov drúgført at greiða frá, hví hendan raðfylgjan er broytt. Her vilja vit bara siga eitt sindur um innihaldið.

  • Lógin var tær fimm Mósebøkurnar. Tær siga frá um søgu Ísraels og hava harafturat tær lógir, sum Gud gav hesum fólkinum.
  • Profetarnir vóru 21 skriftir, sum siga frá um Ísraels søgu fram móti Krists føðing. Vit møta eisini nógvum av tí, sum Gud talaði til fólk sítt gjøgnum profetarnar.
  • Skriftirnar vóru 13 skaldbornar skriftir, mest sálmabøkur og vísdómsskaldsskapur.
LES EISINI  Jesus og Barabbas

Gamla testamenti sigur frá um frelsusøguna fram til Jesus!

Frásøgnin um hvussu Gud allan vegin fyrireikaði tað frelsuverk, sum hann skuldi fullgera í sínum soni.

Vit møta hópin av profetium, fyrimyndum og lyftum, sum vísa frameftir móti Jesusi. Eisini á henda hátt er Gamla testamenti spennandi lesnaður!

Annars møta vit allan vegin einum Gudi, sum frelsir, varðveitir og brúkar sítt fólk í heiminum. Hesin Gud vil eisini møta okkum, so við og við sum tú gerst betri kendur í Bíbliuni!

 

Til umhugsanar…
“Nýggja testamenti liggur fjalt í Gamla testamenti. Gamla testamenti liggur opinberað í Nýggja testamenti.”
– Augustin um ár 300

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina