Gamlir skiparar royna seg nú sum sølumenn

Teir hava upplivað nógv í lívinum og nógv av tí líkist. Báðir hava verið útróðrarmenn, átt útróðrabátar og trolbátar. Báðir hava siglt við handilsskipum og í sama reiðarii, báðir eiga Jesus sum sín frelsara og Harra og hava sítt andaliga heim í kirkjuni og í Thabor og nú teir eru farnir um tey áttati, eru báðir sølumenn og í sama handli.

-Vit eru her í endurnýtsluhandlinum hjá Bláa Krossi í Runavík og royna at selja møblar og aðrar góðar lutir, – og tað duga vit sagtans-! Tað sigur 83 ára gamli Jákup Petur Jacobsen flennandi og hyggur uppá Kaj Eli. -Eg eri bara ørindadrongur hjá Jákup Petur, sum situr við kassan. Ja, ja, hann er skiparin og eg eri dekkarin!- sigur 81 ára gamli Kaj Eli Blábjørg og flennir.

-Sølan gongur væl, hóast lutirnir eru bíligir. Her er nærum fólk alla tíðina, so tað drippar í kassan hjá Bláa Krossi, sum ger eitt gott upplýsandi og fyribyrgjandi arbeiði, siga fuglfirðingarnir, Jákup Petur og Kaj Eli.

Teir eru í handlinum hvønn mánadag og trívast væl. Aðrir mans eru eisini í handlinum mánadagar og onnur hold eru hinar dagarnar.