Ganga í kirkju ella vera kirkja?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Nógvir kristnir føroyingar eru uppvandir at ganga í kirkju. Ganga nógv í kirkju. Í práti við danskarar verður ofta viðmerkt, at tað kann vera torført at fáa danir at møta upp til eitt nýtt tiltak í kirkjum. Men teirra mynd av føroyingum er, at teir onki hava ímóti at møta upp til kirkjulig tiltøk fleiri ferðir um vikuna. Hetta vekur ein ávísan stoltleika um góðan føroyskan sið.

Men er kirkjugongd nakað, vit krossa av hvønn sunnudag og siga: ”Soleiðis, Gud, nú havi eg verið í kirkju, nú kanst tú halda á hesa vikuna at signa meg og míni”. Sjálvandi sigur eingin slíkt, tað er ov ófínt, men er tað kanska hugsanarhátturin aftanfyri? At vit gera okkara, so vit kunnu hava okkurt at keypa Gud fyri?

Kirkjan er týdningarmesta ”fyritøka” á jørð. Týdningurin og virðið liggur ikki í støddini á henni, men í innihaldinum. Ikki fyri at taka nakað frá øðrum fyritøkum og felagsskapum, men kirkjan hevur hægsta arbeiði, nakar kann hugsa sær: at æra Gud! Við øðrum orðum at fortelja fólki á ymiskar hættir, hvussu góður Gud er. Onki er størri enn tað. Kann ein kristin so ikki vera stoltur av síni lokalu kirkju, har ein gongur? Har man savnast fyri at hoyra og læra at halda Guds orð og stuðla hvør øðrum at finna gleði, samleika, vón, meining og endamál í Jesusi? Nógvar góðar grundir eru at ganga í kirkju og samkomu. At vera kirkja inniheldur eisini at ganga í kirkju og á møti. Tó er tað ikki avgreinsað til tað. Kirkja er ikki fyrst og fremst nakað, man gongur til, men nakað man er!

Jesus, stovnarin og harrin í kirkjuni, lærdi sínar fyrstu lærusveinar, hvussu teir skuldu bera seg at. Teir skuldu vera lærusveinar, sum gera lærusveinar. Fyrst vera, síðani gera.

Málið fyri ein kristnan er Kristus sjálvur. At líkjast honum. Tað eru tveir vegir til at líkjast honum. Antin tekur tú teg saman ella viðurkennir tú, at tú aldrin klárar tað. Antin við egnum dygdum ella við Jesu dygdum. Gleðiboðskapurin er søgan um, at Jesus gevur tær seg sjálvan sum gávu. Alt hansara er títt, men alt títt er eisini hansara. Í Guds eygum ert tú longu perfekt, eins og Jesus. Men í egnum eygum og í eygunum á øðrum heldur tú fram sum ófullkomin, til tú doyrt. Hóast tú longu ert komin á mál, so er málið fyri lívið at umskapast eftir Jesu mynd. Og hetta hendir ikki ein tíma um vikuna, men alt lívið og øll økir av lívinum. Til dømis er tað síðsta, sum verður umvent, ofta pengapungurin.

Besti háttur, ein kann gera onnur til lærusveinur, er við sjálvur at líkjast Jesusi. Tá ið tankar, kenslur, vilji, gerðir, alt tað sum Bíblian kallar hjartað – allur persónurin – verður myndaður eftir Jesu mynd. Hetta er bara møguligt gjøgnum gleðiboðskapin, har alt verður givið við byrjan. Sum ein lesandi, sum við upptøku á útbúgving fær 12 í øllum lærugreinum, áðrenn hon byrjar. Tá kann ein ganga í kirkju, ikki sum skylda ella fyri at krossa av, men sum ein heiður.

Jákup E. Petersen, Keypmannahavn