Leita
Jólagávan í ár fer til at fíggja fjølbroytta virksemið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Hvat er so tað?
Vit kunnu nevna legur til børn, ung, familjur, eldri, kvinnur, menn v.m. Vit hava eisini trúboðarar, barna- og familjuarbeiðið, sjómanstrúboðara, bókasølu, leguhús, Trúboðan, bíbliulesiætlan til ung, Sunnudagsblaðið, Sjómansmissión, sangfagnað fyri børn, jólaborðhald fyri hjún og mangt annað.
Takk fyri, um tú vilt vera við til at stuðla við eini jólagávu.
Vel upphædd
Upplýsingar um teg
Eisini ber til at flyta eina gávu á konto og viðmerkja ‘Jólagáva’:
Bank Nordik: 6460-151.376.3
Betri Banki: 9181-497.550.4
Norðoya Sparikassi: 9865-103.429.9
Suðuroyar Sparikassi: 9870-100.284.9
Vit hava fleiri trúboðarar, ið eru virknir kring Føroyar – hava møtir, vitja fólk og stuðla staðbundna arbeiðinum kring landið.
SIMBA og Eindin eru okkara arbeiði fyri børn og familjur. Hvørt ár hava vit hópin av tiltøkum so sum legur, sangfagnað v.m. Ein samskipari er í starvi fulla tíð.
Landsungdómsnevndin skipar fyri fleiri legum ígjøgnum árið, umframt at ungdómsleiðarar hvørt ár samlast at netverka og fáa íblástur til sítt arbeiði.
Hvørt ár gista túsundtals børn, ung og vaksin til legur og onnur tiltøk í Leguhúsinum.
Trúboðin er okkara netmiðil við tíðindum og kunning um missiónsarbeiði úti og heima.
Ein sjómanstrúboðari í føstum starvi og sjómans-kvinnuringar kring alt landið – við hjarta fyri at biðja fyri og bera gleðiboðini um Jesus til føroyska sjófólkið.
Missión er partur av okkara DNA. Hetta inniber eisini at fáa gleðiboðini út til øll fólkasløg. Tí hava vit tætt samstarv við altjóða felagsskapir so sum SAT-7.
Bulurin í okkara arbeiði eru staðbundnu missións- og meinigheitshúsini kring landið. Hesi hava møtir, sunnudagsskúlar, ungdómsmøtir o.a. hvørja viku kring landið.
Okkara forlag hevur stóra bókagoymslu í Leguhúsinum í Nesvík. Við okkara nethandli Manna.fo er lætt at keypa kristligar bøkur á netinum. Harafturat hava vit eisini bókaborð til størri tiltøk.