Myndarøð: Jólaborðhaldið fyri hjún

Fríggjakvøldið var árliga jólaborðhaldið fyri hjún, sum Eindin skipar fyri. Eindin er heitið á familjuarbeiðnum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, og eitt hugnaligt, stuttligt og rúsfrítt jólaborðhald við góðum mati og einum kveikjandi innleggi um hjúnalagið er eitt av árligu tiltøkunum.

Seinastu árini hevur jólaborðhaldið verið á Hotel Føroyum, og í ár høvdu Sigrun Heldarskarð, psykoterapeutur, og Pól Johannessen, trúboðari, eitt upplegg um at røkja og raðfesta parlagið. Umframt felagssang við einum góðum húsaorkestri vóru tónleikainnsløg frá bæði Tórfríð Tausen og T.O.S. (“Tollarar og syndarar”). Bill Justinussen fekk láturin at runga í fjøldini, tá hann hermdi eftir bæði politikarum, prestum og øðrum. Borðharrar vóru Kristian Martin Petersen og Ásbjørn Berthelsen, sum eisini hevði gamla vin sín Ívar við sær.

LES EISINI  Maria volontørur hjá SIMBA og EINDINI restina av árinum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina