Geymi frá Harmonikuvinum

“Harmonikuvinir” eru tónleikarar úr kirkjum og samkomum um landið, sum í nøkur ár hava spælt til møtir og gudstænastur.  
Harmonikuvinir eru óivað mest kendir frá, “Syngið við” kvøldum, um landið. Teir spældu undir, meðan nøkur sungu fyri og annars øll, sum vóru við til løtuna, kundu syngja við.
Hetta hava verið góðar løtur, sum mong hava verið fegin um.

Fleiri av løtunum vórðu filmaðar, og nakrar upptøkur eru filmaðar í Leguhúsinum í Nesvík. Nú eru upptøkurnar savnaðar á einum geyma við 70 sangum, sum verður latin umborð á skipini og út til Ellis- og røktarheim og sambýlir.
Allir sangirnir eru tekstaðir, so tað er lætt at syngja við, eisini hjá teimum, sum fara at síggja sangirnar á geymanum.

Sjómanstrúboðarin hevur fingið ábyrgdina av at deila geymar út til skipini.
Fyrsta skipið, sum fekk geyma, var Róland.
Frá manningini frættist, at geymin stendur í sjónvarpinum í messuni, og hann verður nógv brúktur.

LES EISINI  Hevði eg veingir, so fleyg eg avstað

Annars hevur Bakkafrost keypt keyboard og gittara til skipið, og harafturat hevur skiparin harmonikuna við umborð, so teir skipa eisini fyri sangløtum umborð sunnudagar og “syngja við” geymanum hinar dagarnar😊

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina