Gleðir tú teg til jóla?

Annika Osvaldsdóttir Sørensen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hevur tú keypt allar jólagávurnar? Hevur tú bakað til jóla? Hevur tú jólapyntað? Gjørt húsini klár?

Slíkir og líknandi spurningar eru nógv at hoyra hesa tíðina hvørt ár. Summi halda hesa tíðina vera hugnaliga og gleða seg sum børn í fleiri mánaðar. Onnur siga seg illa tíma kuldan, resið, og alt tað strævna, sum hoyrir jólunum til. Spurningurin er, gleðast vit veruliga um jólini, ella eru jólini vorðin tað bera stress? Gávustress. Matstress. Jólakort. Rudding, vasking, pynting. Stress um at náa alt, sum vit ætla okkum, at fáa alt at hanga saman. Hava vit tíð at steðga á og veruliga geva okkum stundir til at dvølja við hesa fantastisku hending, tá ið Guð kom til jarðar gjøgnum son sín, Jesus Kristus?

Fyri meg kunnu jólini tykjast eitt sindur stressandi. Eg kann ímynda mær, at tað hevði verið ordiliga hugnaligt, um mann hevði eitt sindur minni at gjørt um jólini, antin arbeitt minni, ella havt minni, sum vit skulu náa í frítíðini. Tí ikki einans skulu vit arbeiða eins nógv og vit gera vanligt, men vit skulu eisini náa at gera alt – alt, sum hoyrir jólunum til. Pynta, baka, keypa gávur, taka mynd til jólakort, gera tey og út við teimum, pakka inn, út við gávum, vitja fólk, hugna okkum!! Tá verða tað ofta ov fáir tímar í døgninum.

LES EISINI  Sætta jólahaldið í KFUM & K í Klaksvík

“Klokkurnar ringja, børnini syngja um eini gleðilig jól.
Sum um vit kunnu krógva, at matrialisman gleðina stjól.”

Soleiðis ljóðar nýggi, heldur atypiski jólasangurin hjá Una Debess. Ikki tí at hann hevur nakað serligt andaligt innihald annars, men eg haldi kortini, at hann hevur fatur á onkrum. At meðan verðin grætur neyðartár, so dansa vit runt í gleði og gleim og tøma lummarnar í býnum. Og hann heldur fram við at siga, at marglætisgreði hevur køvt tað innastu gleði. Hetta ljóðar dapurt – men er tað ikki nakað um tað?

Sum mamma royni eg eisini at hugsa meg væl um, hvat eg læri dóttrina um jólini. Hvat eg sigi, og hvussu eg uppføri meg – tað verður alt tikið uppaftur og ført víðari til næsta ættarliðið. Tí kann eg nú gera eitt skifti í, hvat eg ynski, at jólini hjá henni og hjá okkum framyvir, skulu snúgva seg um. Eru tað jólamenn, jólapakkar, pakkakalendarar, adventskalendarar, stress um gávur, jólatræ, jólakakur, nissur, o.s.fr., sum skulu mynda okkara jól, ella er tað Jesu føðing, einglar, tað at gleða hvønn annan, samvera við teimum nærmastu o.s.fr. Tað, eg hugsi, sigi og geri hevur knappliga avleiðingar – góðar ella minni góðar.

LES EISINI  Hvussu og hví halda vit advent?

Tað er ofta torført at vita, hvar markið gongur – ella hvat er verðsligt, men kanska er í lagi, og hvat er verðsligt og gongur ímóti okkara kristnu trúgv og Bíbliunnar læru. Vit kunnu ikki vraka alt, sum er verðsligt. Vit eru ikki av heiminum, men vit liva í honum, og skulu vit hava nakað samband við ikki-trúgvandi, so verða vit noydd at taka lut í heiminum. Tað, sum vit tó skulu vara okkum fyri er, at ikki blíva sum heimurin. Tí er alneyðugt, at vit halda fast við Orðið, bønina og sambandið við Guð, so at vit kenna Hann, orð Hansara og vilja Hans. Soleiðis kunnu vit blíva mótstøðufør – ella “vaksineraði”, um mann vil – fyri at fylgja streyminum og risikera at fella frá.

At Guð kom til jarðar gjøgnum son sín, Jesus, er onki minni enn fantastiskt, og hóast vit hava hoyrt so ofta, at hetta er stórsta gávan, vit kundu fáa, so skal tað altso ljóða einaferð enn herfrá:

LES EISINI  SIMBA JÓL – Jólamatur

Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! (Luk. 2,11)

Vit fingu ein FRELSARA – ein, sum gav okkum beinleiðis atgongd til Guðs og til at sleppa til Himmals, um bara vit trúgva á hann – TAÐ er so heilt fantastiskt, og tað skal feirast – minnist tú til Hann í feiringini?

Gleðilig jól – ella, sum tey siga á enskum, gleðiliga Kristmessu!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina