GLS útsett til í mars

Árliga leiðararáðstevnan Global Leadership Summit, GLS, sum eftir ætlan skuldi vera um eina viku, er útsett til 11.-12. mars.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar, har teir eru. Fyrilestrarhaldararnir hava ymiskar viðkomandi vinnuligar og andaligar førleikar, ið á hvør sín hátt kveikja og bjóða einum av.


Higatil hevur Norðurlandahúsið lagt hús til ráðstevnuna, men í ár verður ráðstevnan fyri fyrstu ferð hildin í nýggju hølunum hjá Lívdini í Hoyvík.

LES EISINI  Samrøða við Janus Thomsen á GLS 2020
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina