Gluggin við Petur Jákup Sigvardsen (3. partur)

Í dagsins parti av Glugganum fylgja vit fyrst Petur Jákup Sigvardsen á havinum. Vit leggja út á hav í hvøssum veðri. Tá teir síggja ein risa sjógv reisa seg yvir bátin eru teir vísir í, at teirra síðsta løtu á hesi jørð er komin. Men so hendir okkurt… Síðani fylgja vit Petur Jákup Sigvardsen og trimum øðrum lærarum, ið eru farnir út eftir nátaungum. Meðan teir eru á havinum sýgur mjørkin seg oman yvir teir, og teir missa landið úr eygsjón. Aftur má boð sendast honum, ið sær ein útveg, tá vit ongan síggja. Vit koma eisini at hoyra um røð av bókum, Petur Jákup Sigvardsen hevur givið út undir heitinum, “Hin Heimurin” Í bókunum greiða føroyingar í hundraðtali frá um upplivingar, ið liggja nakað omanfyri tað, ið vanligt er. Petur Jákup Sigvardsen endurgevur her nakrar av hesum hendingum.

Hann nærkast nú teimum 90. Men Petur Jákup Sigvardsen hevur enn nógv á hjarta. Her vitjar hann Símun Persson Jacobsen í upptøkustudiinum í Nesvík, har hann fer at greiða okkum frá um sítt langa lív og tær lívsroyndir, hann hevur gjørt sær.

LES EISINI  Einki annað navn

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina