Gluggin við Petur Jákup Sigvardsen (4. partur)
Vit eru nú komin til fjórða part av Glugganum við Petur Jákup Sigvardsen. Her hoyra vit um tíðina á Læraraskúlanum í Havn.
Um hetta mundi fóru mangar rembingar fram í føroyska samfelagnum um fatanina av kristnu trúnni. Á Læraraskúlanum var undirvísingin merkt av eini darwinistiskari heimsáskoðan og í frítíðini var eisini annað, ið dróg og lokkaði. So hvussu hevur tað í grundini borist til, at Petur Jákup Sigvardsen kortini fekk eitt persónligt samband við Kristus?
Hetta spyr verturin Símun Persson Jacobsen um í hesum parti, har vit hava fingið nærri innlit í hugsanir og kenslur hjá Petur Jákup Sigvardsen og nógvum øðrum, ið saman við honum leitaðu eftir frelsuni hetta tíðarskeiðið. Vit fara eisini út á eina bjargingarferð eina ísakalda vetrarnátt, har menn hava rent seg fastar í bjørgunum. Ein teirra er kaldur og uttan vit.
Hann nærkast nú teimum 90. Men Petur Jákup Sigvardsen hevur enn nógv á hjarta. Her vitjar hann Símun Persson Jacobsen í upptøkustudiinum í Nesvík, har hann fer at greiða okkum frá um sítt langa lív og tær lívsroyndir, hann hevur gjørt sær.