Gluggin við Petur Jákup Sigvardsen (2. partur)

Í hesum øðrum parti spola vit fyrst tíðina aftur til fyrstu barndómsár Petur Jákup Sigvardsens. Vit koma inn í eina trupla tíð, har sjúka og illveður var atvoldin til mikla neyð og armóð. Tá í tíðini herjaðu sjúkur í Føroyum – eisini í Gjógv. Og fyrsta barnaminni Petur Jákup Sigvardsens eru grátandi kvinnur. Aftur fáa vit smá brot úr gerandislívinum hjá vanliga føroyinginum í Føroyum fyri nærum 90 árum síðan, í eini tíð, har alt ov nógv doyðu í bestu árum, antin av sjúku ella, tí tey vóru verandi á havinum.

Aftaná fylgja vit Petur Jákup Sigvardsen, tá hann sum 13 ára gamal kemur í álvarsligar trupulleikar undir eini haruveiðu á fjallinum. Her verða andaligir tankar vaktir í dreinginum, ið mátti leggja lív sítt í Guds hendur. Vit hoyra eisini, hvussu Gud seinni nýtti Petur Jákup Sigvardsen, tá eitt annað ungt menniskja í illveðri kemur í neyð.

Hann nærkast nú teimum 90. Men Petur Jákup Sigvardsen hevur enn nógv á hjarta. Her vitjar hann Símun Persson Jacobsen í upptøkustudiinum í Nesvík, har hann fer at greiða okkum frá um sítt langa lív og tær lívsroyndir, hann hevur gjørt sær.

LES EISINI  Hvussu og hví halda vit advent?

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina