Góður ársfundur hjá Bróðurringinum

Leygardagin og sunnudagin 7.-8. september hevði Bróðurringurin á Havinum ársfund í missiónshúsinum í Skopun.

Seinnapartin leygardagin var limafundur, har ársfrágreiðing, mynstring og annað var á skránni.

Alment møti var um kvøldið, har John Aaen frá danska Bróðurringinum talaði og Argjakórið sang.

Sunnudagin var gudstænasta við Havstein Klein, og Manskórið í Sandoynni sang. Seinnapartin sang manskórið á Ellisheiminum á Sandi. Um kvøldið var møti í Skopun við John Aaen, og manskórið sang.

Bróðurringurin takkar Gudi og menniskjum fyri góðar og stimbrandi dagar.

LES EISINI  Nýggj bók um sjómanskvinnuringarnar 
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina