Gongur framá við útbyggingini
Higartil hevur ikki gingið so skjótt við útbyggingini av Leguhúsinum í Nesvík, tí ymisk atlit hava verið at tikið, áðrenn veruliga arbeiðið hevur kunnað farið í gongd. Men nú byrjar skapið av uppíbygninginum at síggjast.
Seinastu tíðina hava arbeiðsmenninir sunnanfyri verandi leguhús tikist við at binda jarn, har sum veggirnir á høllini skulu stoypast. Hóast stoypingin ikki er byrjað enn, so sæst støddin á høllini nú, og hvar útveggirnir á henni verða. Eftir ætlan skal høllin takast í nýtslu í august mánaði næsta ár.
Høllin kostar 12,9 milliónir
Í Trúboðanum seinast umrøddu vit útbyggingina av Leguhúsinum, og tíverri hava fleiri fingið ta skeivu fatan, at fyrsta byggistig, sum er høllin, ikki kostar meira enn 3,4 milliónir. Hetta er ikki rætt, tí fyrsta byggistig kostar 12,9 milliónir. Av tí upphæddini átti Kirkjuliga Heimamissiónin meginpartin av peninginum avsettan til endamálið, og tí var “bara” neyðugt at savna 3,4 milliónir inn til at fullføra fyrsta byggistig. Í august mánaði er latin ein góð fjórðingsmillión krónur til útbyggingina, og soleiðis eru nú slakar tvær milliónir savnaðar inn.
Kostaðnurin tilsamans fyri alla byggiætlanina er umleið 25 milliónir krónur, og í heyst tekur Høvuðsstýrið støðu til, hvørt øll útbyggingin skal gerast í einum, ella um steðgað verður fyribils eftir fyrsta byggistig. Avgerðin verður tikin út frá, hvussu nógv er komið inn, og hvussu nógv er teknað í føstum gávum.