Gott at búgva á Ørkni
26 næmingar úr nígginda flokki í Fuglafjarðar skúla, saman við tveimum lærarum, hava vitjað í Reykjavík í eina viku. Tey gistu á Ørkini, føroyska sjómansheiminum, við adressu á Brautarholti 29.
-Vit eru ordiliga glað fyri at búgva á Ørkini, hóast vit eru fleiri á hvørjum kamari. Vit búgva á trý, fýra og fimm mans kømrum og dreingir og gentir fyri seg, siga nakrar av gentunum.
-Vit hava verið nógva staðni við bussi, sum vit høvdu í tríggjar dagarnar. Annars hava vit gingið nógv og sæð nógv. Vit hava svomi, verið í trambolinpark og upplivað nógv annað áhugavert. Veðrið hevur verið gott, so hetta hava verið frálíkir dagar, sum eisini hava sjóva flokkin saman, siga næmingarnir, sum komu úr Fuglafirði, Leirvík og Gøtu.