Grátandi pápin.

”..Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðir hansara hann og tókti stórliga synd í honum;…” (Luk 15,20)

Ein maður segði soleiðis frá ungdómslívi sínum.

Hann hevði góð foreldur, sum høvdu lagt alt gott niður í hann. Orðið um Jesus hevði hann hoyrt, og at biðja til hansara var hann eisini lærdur.

Hóast alt hetta, so livdi hann eitt syndafult lív, til stóra sorg og trega fyri foreldrini.

Oftast kom hann seint til húsa og var meir ella minni drukkin. Mamman, sum hevði stóra umsorgan fyri honum, sovnaði ikki, fyrr enn hann var komin til hús, hvussu seint hann kom.

Ein morgunin, hann kom drukkin heim, var klokkan vorðin seks. Í somu løtu, hann skuldi opna hurðina, letur pápin hana upp. Har sær sonurin grátandi faðir sín, sum við sorgblídni og kærleika hyggur djúpt inn í eyguni á honum, men kortini ikki segði eitt orð. Faðirin græt í heilagari umsorgan um son sín. Hann skundaði sær upp á kamarið, tí hann orkaði ikki at síggja faðirin gráta um seg.

LES EISINI  Filmur um Ku Klux Klan lim og veg hansara til Jesus og eitt nýtt lív

Ígjøgnum hesa hending talaði Gud sterkt til hansara, og hann kom í syndaneyð.

Tá gjørdist honum púra greitt, at hann við lívi sínum hevði syndað móti foreldrunum og móti Gudi. Hann hevði als ikki uppiborið slíka umsorgan og slíkan kærleika frá foreldrunum, og enn minni frá Gudi, og kortini var tað tað, hann upplivdi. Hann var ikki verdur at verða elskaður.

Um kvøldið vitjaði hann ein trúgvandi vinmann og segði honum frá øllum. Nú ynskti hann at koma burtur úr syndini og gerast eitt Guds barn.

Á kamarinum hjá vinmanninum játtaði hann syndirnar fyri Gudi og menniskjum og fekk samstundis náði til at hvíla í vissuni um syndanna fyrigeving.

Hesin burturfarni sonurin upplivdi tað sama sum hin burturfarni sonurin í Lukas 15.

Komnir heimaftur, vórðu teir ikki møttir við brigsli, niðurgerandi eygnabrái ella stongdum hurðum.

Í staðin møttu teir kærleika, umsorgan, fyrigeving og einum faðiri, sum bíðaði eftir teimum.

Dugir ein jarðiskur faðir at fyrigeva og sýna kærleika og umsorgan, so dugir og megnar okkara himmalski faðir tað nógv betur. Hann ger tað fullkomið, sum ein jarðiskur ger ófullkomið.

LES EISINI  Gud fyrigevur og reisir aftur á føtur

Við fyrigeving Guds fekk tann burturfarni sonurin møguleika at byrja av nýggjum. Hvønn dag. Tað fært tú eisini.

O, vend við, bind ei frið,

inn til Guds tær kvika!

Blítt hann sær móti tær,

– alla synd vil strika.

Ms. 379

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina