Grønlendingum, eins og øðrum, tørva umsorgan, vegleiðing og Gud

Torleif Johannesen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Eg eri ein av teimum, sum fegnist um, at grønlendska, Niviaq Korneliussen, fekk bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins. Til lukku við tí! Eg eri eisini fegin yvir tað fokus, sum síðani er sett á truplu støðuna, sum mong ung (og vaksin) í Grønlandi stríðast við, og sum tíverri, endar við, at nøkur taka sítt egna lív. Støðan er bæði syndarlig og syrgilig; og nógv kundi verið skrivað um tað.

Eitt, sum kortini undrar meg, bæði í nógv umrøddu røðuni hjá Niviaq og hjá grønlendsku kvinnuni í morgunsendingini hjá KVF, er, at “systemið” hjálpir ov lítið ella als ikki. Ja, Niviaq segði, “at tosa við politikkarar, er sum at tosa við ein múr!” Óivað er tað satt og harmiligt. Men hví verða foreldrini ikki nevnd? Hevur “systemið”, hava politikkarar, sosialráðgevarar og onnur ábyrgdarfólk, størri ábyrgd fyri ungdóminum enn foreldrini? Hvar eru foreldrini í hesi neyðini? Sjálvmorð, morð, fosturtøka, insest, misrøkt børn, eru stórir og samansettir trupulleikar í Grønlandi. Men, eg má spyrja aftur: Hvar eru foreldrini, ommur og abbar og onnur, ið ábyrgd hava av ungdóminum? Megna tey ikki uppalandi uppgávuna av børnunum, tí tey sjálvi eru vaksin upp í líknandi umstøðum? Um so er, munar tað ov lítið, bara at hjálpa ungdóminum. So mugu foreldrini eisini fáa hjálp til at vera góð og ábyrgdarfull foreldur, sum geva ungdóminum tryggan og mennandi uppvøkstur, so ungdómurin kann liva, yvirliva og taka við teimum avbjóðingum, sum lívið gevur.

LES EISINI  Hevur tú hug til eitt spennandi starv í Grønlandi?

Menniskjalig umsorgan og vegleiðing er bæði neyðug og góð. Takk øll tit, ið stríðast fyri tí. Men lívið kann kortini gerast trupult, um eingin verulig hægri meining ella Gudgivið endamál er við lívinum.

Tí tørva grønlendingar, føroyingar – eins og øll onnur fólk, GUD! Gud, sum skapti himmal, jørð og menniskjað, tørva dagliga at líta á hann; taka hvønn dag av hansara hond og uppliva, at “sum dagurin er, skal styrkin vera!”(5 Mós 33,25) Tørva GUD, sum elskaði heimin so, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív, (Joh.3,16) Tá fær lívið og harvið gerandisdagurin virði, innihald og sítt Gudgivna endamál. Sonn kristin trúgv, er mennandi, lívsjáttandi, stimbrandi,… er “ja, til lívið”, tí hon elskar GUD og medmenniskjað. Tá ganga fólk í góðum gerningum, sum Gud frammanundan leggur til rættis fyri tey, samb. (Ef 2,10) Norska sjónleikarakvinnan, Inger Lise Rybdal, segði tað so greitt: “Tá eg aftur fekk trúnna á Gud, ið eg trúði á sum barn, kom líkasum alt uppá pláss. Í trúnni á hann, veit eg, hvar eg komi frá, hví eg eri her, og hvar eg fari.”

LES EISINI  Heilsan frá Grønlandstoyminum: Spennandi dagar í Nuuk

Nógvar søgur og meiningar eru um prestin og trúboðaran Hans Egede, sum í 1721 kom til Grønlands. Mynd av honum á knæ í bøn, er málað upp á ein vegg inni í Vor frelsers kirke, dómkirkjuni. Myndin er talandi og mundi hann ikki eisini biðja fyri grønlendingum? Grønlendingar, føroyingar eins og øll fólk, tørva sanna umsorgan og vegleiðing, ja, fjálgar foreldra-, ommu og abbahendur at halda í og vegleiðast og verjast av. Samstundis tørva vit áhaldandi forbiðjarar og fólk, sum tala og undirvísa børnum og vaksnum í Guds orði, og um Guds góða vilja við mannalívinum. Tað er rætta leiðin. Gud gevi grønlendingum, føroyingum, ja, øllum fólkum mong tílík menniskju!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina