Grunnurin føroyskt kirkjumál gevur jólafløgu út

Týsdagin 19. november gevur Føroyskt kirkjumál eina jólasálmafløgu út við einum úrvali av sálmum úr Sálmabók Føroya kirkju. Tað er Anna Maria Olsen, ið syngur sálmarnar saman við útvaldum tónleikarum. Útgávan er ein roynd at varðveita okkara sálmaskatt og at fáa sálmarnar meiri fram í annað ljós enn tað vanliga, tí sálmar okkara eru nakað heilt serstakt.

Útgevarin sigur í tíðindaskrivi, at sálmar kenna tey flestu, men kanska hugsa vit ikki so nógv um, hvat ein sálmur goymir av orðum og týdningi. Hetta vil Føroyskt kirkjumál varpa ljós á við at geva eina jólafløgu út.

Anna Maria Olsen er av nógvum kend fyri songrødd sína, og hevur hon drúgvar royndir í nógvum sløgum av tónleiki – eisini kirkjutónleiki – og hevur hon eisini starvast sum kirkjusangari í nógv ár og er nú farin undir  at nema sær útbúgving í kirkjutónleiki.

Sálmarnir á fløguni eru ikki broyttir til nakað nýmótans ljóð, men henda útgávan hevur hildið seg til ta harmoniseringina, sálmarnir upprunaliga hava, men við øðrum ljóðførum afturat orglinum, sum vit vanliga hoyra í kirkjuni.

LES EISINI  Kirkjulig bókaframløga: Heilar sjey bøkur og ein app kemur út týsdagin

Í summar komu millum annað fimm endurútgávur av Sálmabók Føroya kirkju. Sálmabókin er eisini tøk sum app. Við hesum útgávunum saman við jólafløguni “Í hesi sælu jólatíð” vil Føroyskt kirkjumál gera vart við, at 80 ár eru liðin, síðan føroyskt varð viðurkent sum kirkjumál.

Føroyskt kirkjumál býður øllum til útgávukonsert í Havnar kirkju týskvøldið 19. november klokkan 19. Eftir konsertina verður høvi at keypa fløguna og at fáa okkurt jólaligt undir góman í Kirkjustovu.

Flestu sálmarnir á fløguni eru væl kendir, men onkur forvitnisligur nýggjur er eisini uppií

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina