Kirkjulig bókaframløga: Heilar sjey bøkur og ein app kemur út týsdagin

Týsdagin 25. juni kl.10.00 hevur Grunnurin Føroyskt kirkjumál bókaframløgu í Havnar kirkju – dómkirkjuni.

Hesar bøkur verða lagdar fram: Broytt og víðkað útgáva av Altarbók Føroya kirkju, fyrsta útgáva av Handbók Føroya kirkju, fimm endurútgávur av Sálmabók Føroya kirkju í ymiskum støddum, og ein nýggj útgáva av sálmabókini saman við sálmabókaruppískoytinum sum app.

1939, 1989, 2019

Í ár eru 80 ár liðin, síðan føroyskt varð góðkent sum kirkjumál. Sama ár kom løggild altarbók út. Í ár eru eisini 30 ár liðin, síðan 2. útgáva av sálmabókini varð løggild, sum kom út árið eftir í 1990.

Løgmaður løggildir

Tað er Føroya løgmaður, sum løggildir Altarbók Føroya kirkju. Á framløgudegnum handar løgmaður Føroya biskupi fyrsta eintakið av altarbókini. Biskupur og umboð fyri Føroyskt kirkjumál bera fram heilsanir.

LES EISINI  Grunnurin føroyskt kirkjumál gevur jólafløgu út
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina